Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Landsliðini eru í fullum fyrireikingum til komandi uppgávur.

Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

A-landsliðið hjá monnum hevur EM-undandystir móti ávikavist Rumenia í mars og Ukraina og Eysturríki í apríl, meðan U21-landsliðið fyrireikar seg til HM, sum verður í Grikkalandi og Týsklandi í juni og juli.

Lutakastið til U21-HM verður týsdagin 17. januar.

U19-landsliðið hevur eisini vant saman, og fyrireika hesir seg til HM, sum verður í Kroatia í august.

Á skrá hava verið venjingar, bæði í hallum og styrkirúmi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo