Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavn.fo: Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði frá, at fyrstu minni hansara um skótalív ikki bara eru hugalig. 

- Eg minnist serliga øgiliga kuldan, tá mann sum smádrongur mangan stóð á Vaglinum við berum lørum í bítandi kulda og lýddi á røður og horntónleik frá Havnar Hornorkestri. 
 
- Men hóast kalt og illfýsið, so eru minnini bara góð. Eg minnist aftur á skótatíðina við gleði og takksemi. Patruljufundirnir á Bakkahellu og seinni í skótahúsinum við Havnará styrkti samanhaldið millum dreingirnar í býnum. Bygdi vinarløg, sum hava vart alt lívið.
 
- Ferðirnar í haga og á fjøllum kring landið, summarlegurnar, legubálini og frálíku vikuskiftini við Leynavatn, kveiktu áhuga og alsk til náttúruna. 
 
- Skótarørslan ger eitt stórt og týðandi samfelagsligt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri uppalingina hjá børnum og ungum, tí sum vit vita, er skótaarbeiðið tætt knýtt at náttúruni.
 
- Skótar ferðast nógv í haga og á fjøllunum og læra at virða og hugsa seg væl um í náttúruni. Teir ganga undan sum góð fyridømi fyri onnur, og tað er góð barlast at hava seinni í lívinum.
 
- Tað er ongin ivi um, at skótarørslan er broytt og ment hesi árini. Børn í dag eru ikki eins og fyrr. Men skótarørslan hevur ment seg tilsvarandi – hóast tað ljóðar á onkrum leiðara, at børnini í dag skulu hava eitt skump fyri at koma í gongd. 
 
- Men tað týdningamesta er, at tey koma í gongd. Og tí syrgja tit framvegis fyri!
  
- Skótin hevur stóran týdning í hesum døgum. Skótin er sannførdur um týdningin av, hvussu vit fara við umhvørvinum. Ein skóti samskiftir og mennir gott samstarv. Ein skóti dugir fólkaskikk. Ein skóti mennir seg gjøgnum felagsskap og avbjóðingar. Ein skóti fer væl um.
 
- Hetta eru alt eginleikar, okkum tørvar í dagsins samfelag. Kanska meira nú enn nakrantíð. 

- Í tríggjar dagar hava tit nú sovið og kappast úti. Hetta hava tit klárað avbera væl og við stórum ídni. Eg skal eisini veita eina tøkk til leiðararnar fyri at taka sær so væl av okkara vakra ungdómi.

- Eg fari vegna Tórshavnar kommunu - og persónliga sum gamal skóti - at ynskja tykkum øllum alt tað besta, og samstundis takka tykkum fyri tykkara ídni og innsats. 

- Og hjartaliga tillukku við nýggja ferðasteypinum, sum eg havi fingið tann heiður at handa, segði borgarstjórin, sum eisini takkaði skótunum fyri at hava bygt upp Heinastovu úti í Havnardali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo