Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-027/2021 frá Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu, um biofiltur í havumhvørvinum

Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, so forðað verður fyri, at biofiltur dálka havumhvørvið og verða funnin í havhesti?

2. Er talan um brot á løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd í ítøkiliga førinum, har biofiltur eru funnin í havumhvørvinum og í havhesti?

3. Í hvørjum økjum í Føroyum eru biofiltrini funnin?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at brúka heimildina í lógini at seta forboð fyri dálkandi virkseminum í økjunum?

Til nr. 1
Plastlikamini, sum eru funnin í havhestaungum norðanfyri, tykjast vera av sama slag, sum tey, ið verða brúkt í biofiltrum á fleiri smoltstøðum.

Í nýggjastu umhvørvisgóðkenningunum til smoltstøðir eru serligar treytir settar fyri at fyribyrgja, at hesi plastlikam fara á sjógv.

Síðani fráboðanirnar um biolikam í havhestaungum komu fram, hevur Umhvørvisstovan verið á eftirliti á fleiri smoltstøðum. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvussu forðað verður fyri, at biolikam fara á sjógv.

Niðurstøðan er, at allar vitjaðu smoltstøðirnar hava innbygdar skipanir at forða fyri, at biolikam fara á sjógv. Umhvørvisstovan roknar tí við, at tað ikki er stórvegis av biolikamum, sum sleppa út frá smoltstøðum undir vanligum rakstri.

Umhvørvisstovan hevur ikki kunnleika um óhapp ella aðrar umstøður, har biolikam eru sloppin út í umhvørvið seinastu tíðina.

Øll alifeløgini raðfesta at fyribyrgja dálking við plasti. Fleiri smoltstøðir hava longu sett inn eyka forðingar, so at biolikam og annað plast ikki skal sleppa út úr skipanunum, á øðrum eru slíkar eyka forðingar ávegis.

Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum umsitur alilógina, hevur upplýst, at seinnu árini hava alifyritøkur hildið sína ruddingarskyldu, tá ið alivirksemið heldur uppat. Samstundis hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt vart við, at fyri 2010 varð ruddingarskyldan ikki altíð yvirhildin. Orsøkin kann hugsast at vera, at viðkomandi loyvishavarar ikki hava havt fíggjarliga orku til at rudda.

Til nr. 2
Um biolikam verða leidd á sjógv, er tað brot á løgtingslóg um umhvørvisvernd. Fyri virkir, sum hava serlig krøv um biofiltur í umhvørvisgóðkenningini, er tað eisini brot á treytirnar í umhvørvisgóðkenningini, um biolikam fara á sjógv. Men tað kann vera torført ella ógjørligt at staðfesta, hvaðani plastlikam í havhesti ella á sjónum stava.

Til nr. 3
Fráboðanir um plastlikam í havhestaungum eru komnar úr Norðoyggjum.

Til nr. 4
Landsstýrið hevur fyri stóran part lagt heimildirnar sambært umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna at fyrisita, eitt nú heimildina til at seta forboð fyri ávísum virksemi, sum hevur álvarsliga dálking við sær, og har tað ikki ber til at tálma dálkingini. Umhvørvisstovan hevur í løtuni ongar ætlanir um at seta forboð fyri ávísum virksemi.

Landssstýrismaðurin hevur heitt á Umhvørvisstovuna um at fylgja væl við, um nýggju átøkini hjá smoltstøðunum eru nøktandi til at fyribyrgja, at plastlikam verða latin út í náttúruna.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. september 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo