Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ógvislig yvirskrift men soleiðis følist tað.

Í mong ár hava vit sum hava samskipað okkum til at hjálpa úti í heimi roynt at fá Føroya Landsstýrið at vera okkara viðspælari.

Vit øll hava í okkara verki framhevjað Føroya land sum eitt land, hóast lítið, so vilja vit vera við at hjálpa.

Eg vil siga at tá Kaj Leo var løgmaður, tá vóru góðir spírar har vit sóu eina vón at landsins myndugleikar vildu vera við.

Men so kom annað landsstýrið til har sosialistar saman við Framsókn myndaðu landsstýrið.

Har vóru greiðu boðini eg fekk, og eg siteri orðarætt: “Føroyingar eru heimsmeistarar at bidda pengar so harfrá fáa tit onki."

Síðani komu teir “borgarligu” til aftur, og pípan fekk aftur ein meira jaligan tóna, har vit saman við Jenis av Rana føldu okkum aftur verdug til eitt samstarv.

Saman við Jenisi fingu vit hjálpt munandi tá kreppan byrjaði í Ukraina.

Tíanverri, fyri mong treingjandi, so fingu vit aftur sosialistarnar til valdi, teir sum mann kundi vænta vóru fyri tey treingjandi, men sum í verki fleiri ferðir hava víst at teir vilja bara tosa politiskt rætt men handla stikk mótsatt.

Teir tóku allan tøkan pening á játtanini fyri neyðhjálp, pengar frá øðrum hjálparprosjektum, flutti tað til eina játtan á 7 mill. kr og fluttu tað til alment brúk í Ukraina har ein undirdeild hjá ST skuldi umsita peningin.

7 mill kr til Ukraina er um leið 17 oyri pr persón og tað hevði so stóran skund at sleppa av við peningin at teir ynsktu, og fingu, frávik fyri alla tíðarfreist í løgtinginum.

17 oyri per íbúgva, og tá allar lønirnar hjá ST og korruptiónin í Ukraina hevur fingið sítt, so er kanska bara 10 oyri eftir til hvønn íbúgva í Ukraina.

Sambært forkvinnuni í fíggjarnevndini so hastaði tað so nógv at alt mátti avgreiðast sama dag.

Eg síggi soleiðis uppá tað at tað einasta sum hastaði hjá hesari samgonguni tað var at fáa tømt játtanina fyri neyðhjálp sum skjótast, so vit sum veruliga arbeiða fyri at hjálpa, onki kundi fáa og onga grund at søkja og so kundi landsstýrismaðurin fyri neyðhjálp, framhaldandi sita heima og spæla við dukkur í sínum barsilsfarloyvi.

Tó, enn er fíggjarlógin fyri 2023 ikki endaliga samtykt og tit hava enn góðan møguleika at til einkis gera míni orð, tí sum nú er, hava tit bara tikið pengar frá teim sum veruliga vilja hjálpa.

Um tit gera eina eykajáttan uppá hasar 7 milliónir krónurnar, so kunnu tit siga at tit hava roynt at hjálpt.

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo