Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 185/2021 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um samskifti við donsku stjórnina um málsøkjabýti

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvat samskifti hevur verið millum donsku stjórnina og landsstýrið um málsøkjabýtið millum Danmark og Føroyar í samband við møgulig tiltøk í samband við kríggið í Ukraina?

2. Umráðandi er fyri Løgtingið at fáa tilfar, tá slík álvarsmál skulu viðgerast, og tí verður løgmaður spurdur, um hann kann lata løgtingsfólkum møguligt bræv/skriv, ið er komið frá donskum myndugleikum í samband við málið um møgulig tiltøk í samband við kríggið í Ukraina?

Svar:
Svar til spurning 1

Síðani kríggið í Ukraina brast á 24. februar, hevur landsstýrið havt eitt tætt samskifti við donsku stjórnina. Samskiftið hevur í stóran mun verið á embætisstigi. Tað hevur fyrst og fremst snúð seg um ymisku revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk. Somuleiðis hava landsstýrið og danska stjórnin kunnað hvønn annan um, hvørji stig londini, hvør í sínum lagi, hava havt í hyggju at seta í verk.

Ítøkiligi spurningurin um málsøkjabýtið millum Føroyar og Danmark hevur ikki fylt nógv. Men í sambandi við arbeiðið at útvega landsstýrinum neyðugu lógarheimildina at taka ímóti flóttafólkum úr Ukrainu og at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi, hava umboð fyri landsstýrið og donsku stjórnina samskift nakað um hesi viðurskifti.

Svar til spurning 2
Eftir at uppskotið til sanksjónslógina varð lagt fyri Løgtingið, fekk Uttanríkistænastan bræv, teldupostar og skrivligar viðmerkingar frá danska Uttanríkisráðnum til uppskotið. Skrivið við viðmerkingum varð latið Løgtingsins uttanlandsnevnd undir nevndarviðgerðini, og liggur á heimasíðuni hjá Løgtinginum.

Í Tinganesi, 12. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo