Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. Tí hevur landsstýrið longu nú tann 1. juli 2024 tikið eitt 15-ára standandi lán á 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar tann 1. juli 2039. Effektiva rentan er 3,624%. Hesar 900 mió. kr. vera plaseraðar stutt fram til 2. juni 2025, tá ið lánið á 1,645 mia. kr. skal afturrindast.

Í mai næsta ár verður væntandi aftur ein lántøka framd á ta upphædd, sum restar í (745 mió. kr.), umframt ein upphædd til fígging av hallinum á fíggjarlógini í 2023 og 2024, umframt møguliga til gjaldførið, so landskassin heldur ásetingina í lógini um at hava 15% av BTÚ í gjaldføri. 

Umframt hetta lán á 900 mió. kr. tók landsstýrið eisini í mai eitt lán á 1,1 mia. kr. Her er talan um eitt 5-ára standandi lán við eini effektivari rentu á 3,258%. Upphæddin á 1,1 mia. kr. var brúkt til at rinda aftur eitt lán, sum fall til gjaldingar 3. juni 2024.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo