Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsbankin: 2. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri, sum er 1,3 mia. kr., til gjaldingar. Føroya Landsstýri tók tí í gjár eitt lán á 1,1 mia. kr. við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og í útlandinum.

Nýggja lánið er eitt 2-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2024. Áljóðandi rentan er 1,25%. Kursurin fyri lánið er 99,992% og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursin, er tí 1,254%.

Seinast Føroya Landsstýri tók eitt tvey-ára lán var í 2020, og tá var áljóðandi rentan 0%. Rentustøðið er sostatt hækkað fitt síðani juni 2020, og rentan fyri nýggja 2-ára lánið er tí væl hægri (ella 1,25% hægri).

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk sera væl, og tá avtornaði vóru teknaðar munandi størri upphæddir, enn tær 1.100 mió.kr., ið tørvur var á.

Nú skuldin verður niðurgoldin við 200 mió. kr., verður nominella lánsbrævaskuld landskassans 3.743 mió. kr., sum er 18% av BTÚ í 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo