Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:
  Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari:  Aksel Vilhelmson Johannesen, løgmaður
Evni:  Landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya

Spurningar: 

- Hvør er verju- og trygdarpolitikkurin hjá landsstýrinum?

- Ætlar landsstýrið at orða ein føroyskan verju- og trygdarpolitikk, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur tørv vera á?

- Verður landsstýrið partur av samráðingunum um nýggju verjusemjuna fyri ríkið, um hvussu okkara verja í ríkisfelagsskapinum skal skipast og raðfestast?

- Hevur løgmaður álit á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdar­politikk­in fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi?

- Nær roknar løgmaður við, at farið verður undir at seta lofteftirlitsradaran upp, og hvør, metir løgmaður, hevur ábyrgdina av at seta radaran upp?

Viðmerkingar:
Tað er ørkymlandi at hoyra, hvussu landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum meldar út sína hugsan um verju- og trygdarpolitikk Føroya. Somuleiðis verða nógv viðurskifti eisini blandað saman, eitt nú spurningurin um uppsetan av einum lofteftirlitsradara og yvirtøka av loftrúminum kring Føroyar. Samstundis skulu vit í hesum lítla landi skipa okkara egna verju- og trygdarpolitikk, men ikki hava eina hernaðarliga skipan.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum nevnir hvørki Nato-felagsskapin ella donsku verjuna, sum vit í veruleikanum eru integreraður partur av, og sum er ikki yvirtikið málsøki - hetta kann tykjast løgið, tá vit sum eitt pinkalítið land ikki kunnu skipa egna hernaðarliga verju- og trygdarskipan. Tykist sum, at verju- og trygdarpolitikkur Føroya er vorðin sera ógreiður og óskipaður - ongi mál og eingin strategi.

Politisku loysnirnar, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum tosar um, minna meira um populistiskar loysnir, sum onki hald hava í veruleikanum. Ógreiðu politisku boðskapirnir frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum skapa eisini politiska spjaðing heldur enn samanhald.

Politiskt er tað týdningarmikið fyri føroyingar og altjóða samfelagið, at Føroyar hava eina greiða felags verju- og trygdarpolitiska støðu. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 26. apríl 2023
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo