Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Almanna- og Mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var fyrr í vikuni á vitjan á tilboðum hjá Almannaverkinum í Vágum.

Vitja varð á sambýlum, dag- og umlættingartilboðið og á verkstaðið.

Á vitjanini fekk landsstýriskvinnan høvið at heilsa uppá fólkini, ið hava sína dagligu gongd á ymsu støðunum.

- Eg eri sera væl móttikin og havi fingið prátað bæði við tey, sum nýta tilboðini, og starvsfólkini, ið starvast har. Tað er stuttligt og gevandi at koma runt á vitjan, og gevur eitt týðandi innlit í umstøðurnar og trivnaðin hjá teimum, sum fáa tænastu frá Almannaverkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Vitjanin er liður í eini røð, har landsstýriskvinnan vitjar tilboð hjá Almannaverkinum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo