Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-143/2021 frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, um prísin á brennievni í Føroyum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Fer landsstýrismaðurin at kanna, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís, samstundis sum tey hækka prísin?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um oljufeløgini hava størri avkast enn neyðugt og harvið áseta ein ov høgan prís til føroyskar borgarar og vinnulív?

3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við trupulleikan, um tað verður staðfest, at so er?

Til nr. 1
Hóast grøna orkuskiftið veruliga er byrjað og væntandi fer at taka dik á seg komandi árini, so eru olja og bensin enn vørur, sum flest øll húsarhald og flest allar fyritøkur ikki kunnu vera fyri uttan. Tá prísurin á brennievni hækkar brádliga, merkist tað væl hjá bæði hjá húsarhaldum og fyritøkum. Tí er sjálvandi umráðandi, at tær fyritøkur, ið selja brennievni, ikki misnýta støðuna, tá prísurin brádliga hækkar.

Tað er Kappingareftirlitið, sum vegna landsstýrið hevur eftirlit við, um fyritøkur her á landi halda ásetingarnar í kappingarlógini. Hendan lógin skal millum annað tryggja, at fyritøkur ikki misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.

Sum kunnugt framleiddi Kappingareftirlitið í 2016 eina oljufrágreiðing. Í tíðarskeiðinum, sum varð kannað í oljufrágreiðingini, fingu oljufeløgini olju á goymslu áleið tvær ferðir hvønn mánað. Kappingareftirlitið hevur ikki kannað um títtleikin er øktur í dag, men sigast kann, at føroysku oljufeløgini liggja ikki inni við stórum oljugoymslum samanborið við okkara grannalond.

Í sambandi við oljufrágreiðingina, fekk Kappingareftirlitið innlit í tær avtalur, sum oljufeløgini gera við oljureinsiverkini um keyp og flutning av olju. Uttan at fara inn í smálutir, kann Kappingareftirlitið siga, at oljufeløgini gera avtalur, sum taka støði í eini altjóða skráseting (Platts) og við einum prísi, sum fyrst verður ásettur, tá goldið verður. Kappingareftirlitið kann tí ikki siga nakað nágreiniligt um, hvørt oljufeløgini hava stórar goymslur fyri lægri prís enn prísurin á heimsmarknaðinum í løtuni.

Fyrimunurin við tí prísingarleisti, sum føroysku oljufeløgini nýta, er, at sveiggini í prísinum verða javnari yvir tíð. Í Danmark, har olja og bensin verða prísað øðrvísi, er prísurin seinastu vikurnar hækkaður nógv meiri enn í Føroyum.

Landsstýrismaðurin hevur ikki ítøkiligar ætlanir um at seta nakra kanning í verk av hesum viðurskiftum. Rætti myndugleikin at gera slíkar kanningar er Kappingareftirlitið.

Til nr. 2
Í oljufrágreiðingini frá 2016 varð staðfest, at oljufeløgini høvdu eitt avkast, sum var størri enn hjá sambærligum feløgum í Danmark og Svøríki. Niðurstøðan í kanningini var eisini, at bruttovinningurin varð hækkaður, eftir at feløgini høvdu skift eigara. Kappingareftirlitið hevur ikki síðan kannað, hvørt avkast hjá oljufeløgunum er hækkað síðan 2016.

Ov høgur vinningur kann verða brot á §11, stk. 1 í kappingarlógini, um hesin stavar frá prísum, sum eru bæði ov høgir og órímiligir.

Verður slíkt brot staðfest, kann Kappingarráðið geva boð eftir § 22 í kappingarlógini, um t.d. at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir ella vinning, ella at ávísur útrokningarháttur skal nýtast, tá prísur ella vinningur verður roknaður út.

Tað er ikki ósannlíkt, at støðan á hesum øki er áleið hin sama, sum tá oljufrágreiðingin varð framleidd í 2016. Sambært almennu roknskapunum hjá Magn og Effo, so forvinna hesar fyritøkur fitt av peningi, sí talvuna niðanfyri. Men hetta merkir ikki automatiskt, at tær áseta ov høgan prís fyri seldar vørur og tænastur. Ein meting av hesum viðurskiftum eigur at verða gjørd av Kappingareftirlitinum.

##med2##

Til nr. 3
Í oljufrágreiðingini frá 2016 metti Kappingareftirlitið, at neyðugt varð við tiltøkum, sum kundu broyta marknaðarbygnaðin á føroyska oljumarknaðinum.

Millum átøkini varð ítøkiliga víst á týdningin av, at smærri fyritøkur sleppa inn á smásøluliðið, uttan at hesar samstundis verða noyddar at gera stórar íløgur í heilsøluliðið. Í hesum sambandi vórðu tvinnar loysnir havdar á lofti. Antin at seta á stovn eitt innkeypsfelag (annaðhvørt sum eitt alment innkeypsfelag, ella við at verandi aktørar, sum hava servitan á økinum, umsita innkeypsfelagið), ella har innkeypsfelagnum verður áløgd ein almenn samhandilsskylda.

Skotið varð eisini upp at áleggja verandi oljufeløgum eina samhandilsskyldu mótvegis nýggjum aktørum, sum ætla at byrja virksemi á smásøluliðinum.

Uttan mun til valda leist, vísir Kappingareftirlitið á, at til tess at stimbra kappingina er neyðugt at nýggjar fyritøkur kunnu byrja við smásølu av olju, uttan at neyðugt er at gera íløgur í heilsøluliðið.

Grøna orkuskiftið fer at hava við sær, at húsarhald og fyritøkur við tíðini fara at minka um keypið av olju og bensini. Málið er, at í 2030 skal at kalla øll orkuveiting á landi vera grøn. Tí er ikki so sannlíkt, at nýggjar fyritøkur koma inn á hendan marknaðin. Men inntil grøna orkuskiftið veruliga er framt, eigur Kappingareftirlitið at hava eitt vakið eyga við at fyritøkurnar á økinum ikki misnýta marknaðarstøðu sína, tá t.d. prísurin á olju og bensini hækkar.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. mars 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo