At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag hitti Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum tann japanska ráðharran fyri útflutningsframa Kenji Wakamiya, sum vitjar í Keypmannahavn í hesum døgum. Japanska sendistovan í Keypmannahavn skipaði fyri miðmálafundi, har høvuðsevnið var at umrøða stóru Expo-ráðstevnuna, sum verður í Osaka í Japan í 2025.

Beint fyri páskir var landsstýrismaðurin í Tokyo og undirritaði samstarvsyvirlýsing millum Føroyar og Japan við Takako Suzuki, ráðharra fyri uttanríkismál. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvið millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.

“Vit undirskrivaðu samstarvsyvirlýsing við Japan fyri sløkum mánaði síðan, og eg fegnast um, at longu at hava havt høvið at hitt japanska ráðharran fyri útflutningsframa, har lunnar vóru lagdir undir at fremja samstarvið í verki”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin sær nógvar góðar møguleikar í samstarvinum við Japan, eisini á vinnuliga økinum, og í tí sambandi kann møguliga gerast viðkomandi við føroyskar luttøka í Expo 2025, har tað í løtuni verður arbeitt við ætlanum um felagsbás fyri Norðurlond.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo