So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður í lógarmálum, fer í barnsburðarfarloyvi frá 1. februar og 8 vikur fram, at vera heima hjá lítlu Bjartu, ið er 8 mánar gomul.

Hetta er fyrstu fer í Føroyum, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barsilsfarloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.

“Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta, og njóta til fulnar. Eg vóni at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari.”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Meðan landsstýrismaðurin er í barsil, tekur løgmaður sær av hansara málsøkjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo