Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í sambandi við, at tilmælið um Heilsugranskingareind varð latið landsstýrismanninum í mai í ár, ynskti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum ein fund við arbeiðsbólkin, at umrøða innihaldið í tilmælinum.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at Heilsugranskingin verður skipað í einari Heilsugranskingareind undir Sjúkrahúsverkinum. Í granskingareindini skal vera pláss fyri 25 granskarum.

Um øll heilsugranskingin verður skipað á einum stað, ber til at fáa eitt granskingarumhvørvi, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Á henda hátt, ber til at lyfta heilsugranskingina í Føroyum upp á eitt hægri støði, enn hon er í dag.

Landsstýrismaðurin setti undan jólum ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um, hvussu heilsugranskingin eigur at skipast framyvir. Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Turid Arge, Steinar Eirikstoft, Guðrið Andorsdóttir, Magni Mohr, Pál Weihe og Birita Ludvíksdóttir.

Fundur hevur verið í Heilsumálaráðnum í dag, har landsstýrismaðurin eisini nýtti høvi at takka arbeiðsbólkinum fyri tilmælið um eina Heilsugranskingareind innan Sjúkrahúsverkið.

- Heilsuvísindaliga granskingin í Føroyum er í rívandi menning, og tað er av stórum týdningi, at heilsugranskingin framhaldandi verður styrkt og ment. Nú hava vit eitt gott grundarlag, at arbeiða víðari við, tá farið verður undir fyrireikingarnar at seta á stovn Heilsugranskingareindina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo