Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Aðalfundur varð hildin í Føroya Tele týsdagin 30. apríl 2024, har landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, umboðaði Føroya Landsstýri sum eigara. Avgjørt varð at sitandi nevnd heldur fram.

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var 20 milliónir krónur eftir skatt í 2023. Tað er hægri enn í 2022, tá ið úrslitið var 14 milliónir eftir skatt, men ikki á støði við 2021, tá ið avlopið eftir skatt var góðar 40 milliónir krónur.

Leiðslan í samtakinum greiddi frá um strategisk langtíðarátøk, har dentur m.a. verður lagdur á at styrkja um kaðal- og farsambandið við útheimim og at tryggja mótvegis óndsinnaðum álopum, ið er vorðið ein vaksandi trygdarspurningur seinastu árini.

Landsstýrismaðurin helt á fundinum fyri, at langtíðarstrategisku málini hjá samtakinum vóru væl í tráð við málini hjá sær sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

Farna árið hevur verið merkt av truplum málum um brot á kappingarlóggávuna. Útreiðslur til bót og sakførarar hava ávirkað ársúrslitið negativt, eins og hækkandi rentur og avskrivingar av Huawei útgerð ávirka úrslitið negativt.

Landsstýrismaðurin fegnaðist um, at tøkniliga skiftið frá Huawei til Ericsson nú er komið undir land og var hann serliga vælnøgdur við, at 5G netið nú var virkið og at tað sá út til at rigga væl. Hann legði tó afturat, at málini um brot á kappingarlóggávuna hava verið óheppin. Hann vildi tískil raðfesta, at hetta verður fyribyrgt framyvir við neyðugum átøkum.

Vinningsbýti á 30 mió. varð skotið upp og góðkent av landsstýrismanninum.

Landsstýrismaðurin legði eisini dent á gjøgnumskygni um lønarviðurskifti og at almenn partafeløg ikki skulu vera lønarførandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo