Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Landsverk: Í vikuni stóð at lesa á VP, at fólk undrast á, hvussu Landsverk hevur sett ljóssteyrarnar í vegamótinum Varðagøta/Traðarbrekka í Sørvági.

Serliga undrast fólk á, hví ljóssteyrarnir ikki fylgja einari og somu linju, og hví teir standa so langt úti á vegnum.

Landsverk er farið undir eitt ferðslutrygdartiltak í Sørvági, har arbeitt verður við at fáa vegamótið Traðarbrekka/Varðagøta betri skipað,og eina vinstrasnaringarbreyt gjørda á høvuðsvegnum. 

Arbeiðið er nú komið væl áleiðis, men tað er ikki liðugt. Ljós eru komin upp, men av tí at arbeiðið ikki er heilt liðugt, er tað framvegis ótýðiligt, hvussu samlaða verkætlanin fer at síggja út ella upplivast.

Tá vegurin er liðugur og merktur upp við gonguteigi, oyggjum báðumegin og strikum á vegnum, verður tað týðiligari fyri øll, hvar vegurin endar, og vegjaðarin byrjar, og at ljóssteyrarnir ikki standa á vegnum, men í vegjaðaranum.

At enda ber henda umleggingin av vegamótinum í Sørvági eisini í sær, at vegurin er breiðkaður fyri at fáa pláss fyri vinstrasnaringarbreytini. Hetta merkir, at ljóssteyrarnir eru nakað forskotnir, har vegurin breiðkar úr tveimum upp í trý spor. Hetta fer vónandi eisini at órógva eyga minni, tá verkætlanin er liðug og endaliga bundin saman við strikum og øðrum merkingum.

Seinastu árini hevur Landsverk fingið játtan til ferðslutrygdartiltøk í Vágum. Tiltøk eru gjørd í báðum kommununum, og tey eru planløgd í samstarvi við kommunurnar og politiið. Eins og vanligt er trygdartiltakið gjørt eftir galdandi reglum fyri vegir, og er kannað hjá góðkendum ferðslutrygdargrannskoðara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo