Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Granskingarráðið: Mentalu førleikarnir hjá føroyskum sjófólki versna munandi frá byrjan til endan av einum túri. Fatanin av rúmi og rættningi og reaktiónstíðin eru nógv verri móti endanum av túrinum, og minnið er nógv vánaligari.

Tað vísir ein umfatandi kanning, sum Annbjørg Abrahamsen, vinnusálarfrøðingur og ph.d. lesandi á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hevur staðið fyri. Ein grein um kanningina er júst almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum International Maritime Health.

Føroyskir fiskimenn hava langar arbeiðsdagar í rulli og larmi og sova fyri tað mesta styttri og minni samanhangandi enn á landi. Endamálið við kanningunum hjá Annbjørg Abrahamsen var at kanna, hvussu hetta ávirkar mentalu førleikarnar hjá manningini.

Kanningarnar vórðu gjørdar frá mai 2017 til juli 2018. 157 føroysk sjófólk við 18 fiskiskipum luttóku í kanningunum, ið vórðu gjørdar við byrjan og enda á túrinum. Kanningarnar vístu týðiliga, at arbeiðstíðir og svøvnur hava stóra ávirkan á, hvussu troytt manningin verður og teirra mentalu avrik. Niðurstøðan av kanningini er, at tørvur er á at bøta um trygdina umborð á skipunum.

Síðani Annbjørg Abrahamsen fór undir kanningar sínar, er lógin um hvílitíð hjá sjófólki broytt soleiðis, at fiskimenn nú skulu hvíla í minsta lagi 10 tímar um dagin og 77 tímar um vikuna. Vaktirnar á garnabátum kunnu ikki longur vera 16-8 tímar, og trolaramenn kunnu ikki petta svøvnin í 3-4 skeið um dagin.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo