Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í gjár klokkan 15 var lisitatiónin í Svimjihøllini í Gundadali, tá tilboðini upp á nýggja langhylin í Tórshavn vóru latin upp.

Tað vóru 3 feløg, sum vóru á staðnum við brævbjálvum og vóru tilboðini hesi:

Búsetur:                               kr. 159.901.443
Articon                                 kr. 148.680.571
J. &. K. Petersen                   kr. 147.295.181

Ætlandi skal arbeiðið byrja beinanvegin, og skal verða liðugt við ársenda 2022/23.

Verkætlanin umfatar útbygging av verandi svimjihyli við einum 50m hyli. Samlaða víddin er 3.100 m2 býttar á 2 hæddir. Í sunnara enda eru 2 hæddir, har tann ovara er 546 m2 .

Onnur verkætlanin innanfyri ein mánaða
Hetta er onnur stóra verkætlanin, sum J. &. K. Petersen hevur vunnið seinasta mánaðin.

1. september 2020 skrivaði felagið undir sáttmála við IRF um bygging av nýggjum tyrvingarplássi Úti í Nýggjheiðum í Kvívík, – henda verkætlanin er omanfyri 70 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo