Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Langir skúladagar kann elva til strongd. Flokkarnir eiga at vera minni, og vit eiga somuleiðis at hava fleiri eindir við økjum, har næmingurin kann fara burturfrá og hvíla. Og ikki minst eiga vit at hava meiri kreativitet og verkligt arbeiði í skúlanum. Hevur eitt barn lyndi til at avbyrgja seg og ilt við at vera partur av einum stórum hópi í fleiri tímar hvønn dag í nógv ár, so er einki at siga til, at tað tekur seg aftur, siga Margret Olsen, stjóri á Sernámi, og Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur á Sernámi.

Sernám hevur nógvar týðandi uppgávur, og orkan og fíggingin eru avmarkað, men stovnurin raðfestir skúlaaftran sera høgt og fram um onnur mál, sum eisini eru týðandi. Tað gera tey, tí skúlaaftran er vaksandi trupulleiki, og tí tað hevur so øgiliga stórar og ógvusligar avleiðingar fyri tann, tað rakar, og samfelagið.

- Raðfestingin av skúlaaftran kemst eisini av, at skúlaleiðslur hava ynskt, at hetta verður raðfest. Vit hava brúkt nógva orku at seta okkum inn í, hvat skúlaaftran í grundini snýr seg um, hvat skúlaaftran er í einum føroyskum samteksti, hvat útlendsk gransking sigur, hvussu vit kunnu vera fyri at fyribyrgja, og hvussu vit vitanardeila til allar skúlar. Okkara áheitan til skúlarnar er heldur at siga okkum frá tíðliga enn seint, tá næmingur hevur nógva fráveru. Tað verður sagt, at hevur næmingur verið burtur eitt ár, so gongur vanliga eitt ár aftrat at fáa hann aftur í skúla. Tað er einki kvikkfiks, men bara hart arbeiði. Avbyrging er eisini við til at menna angist, sjálvmorðstankar, psykosu, sjálvskaðandi atferð, misnýtslu seinni í lívinum og annað. Harafturat ávirkar skúlaaftran alla familjuna; hon er í líka stórum sori sum barnið. Foreldur verða strongd, ofta sjúkrameldað, hetta hevur fíggjarligar avleiðingar fyri tey, tey kenna skomm av ikki at megna at fáa barnið í skúla, og mangan er lítið forstáilsi í nærumhvørvinum fyri tí, sum tey eru fyri.

Í heyst skipaði Sernám fyri evnisdegi um skúlaaftran, og til várs er skúlaaftan aftur á skránni á evnisdegi. Endamálið við evnisdøgunum er, at lærarar, skúlar og Sernám fáa eina felags fatan av øllum tí, sum hevur við skúlaaftran at gera.

Sernám hevur gjørt greiðar mannagondir, tá ið talan er um skúlaaftran. Hesar mannagongdirnar síggjast á heimasíðuni hjá Sernámi.

Les samrøðu við Margreth Olsen og Tórfríð Danielsen í Skúlablað nr 1, 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo