Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Í ár hevur korona sett stórar partar av føroyska samfelagnum í undantaksstøðu. Fyribils hálparátøkini at bøta um støðuna hjá ringast raktu vinnugreinunum eru ikki varandi og fara sostatt helst ikki at nerva almennu útreiðslurnar í 2021. Tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag framvegis fast við tilmæli síni um langtíðarætlanir við langtíðarhaldføri ístaðin fyri virknan fíggjarpolitikk. Tað verður tískil eisini neyðugt at fáa tamarhald á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum.

Vøksturin í altjóða búskapinum varð brádliga vendur á høvdið av koronafarsóttini, sum spjaddi seg um allan heimin tíðliga í hesum árinum. Koronafarsóttin hevur skapt størsta hóttafallið, ið er skrásett í altjóða búskapinum í nýggjari tíð, og í løtuni eru framtíðarútlitini óviss.

Tey flestu eru tí farin at venja seg við ein nýggjan veruleika, har hóttanin frá koronafarsóttini verður ein natúrligur partur av gerandisdegnum í nærmastu framtíð, so leingi eingin vaksina ella heilivágur er funnin ímóti sjúkuni.

Hetta er veruleikin, nú politiska skipanin fyrireikar fíggjarlógaruppskotið fyri 2021.

Fíggjarmálaráðið metir, at koronafarsóttin kemur at ávirka úrslit landskassans skeiva vegin í ár, men hetta árið hevur verið heilt serligt við hjálparátøkum og hjálparpakkum av ymsum slag, tí stórir partar av samfelagnum hava verið í undantaksstøðu.

Hjálparátøkini eru ikki varandi, og eiga sostatt ikki at ávirka úrslit landskassans í 2021.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað hevur víst seg at borið illa til at reka virknan fíggjarpolitikk í Føroyum, tí tað kann vera stutt ímillum knøppu sveiggini í føroyska búskapinum, samstundis sum fíggjarpolitikkurin hevur langa bremsilongd og er tungur at stýra.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo