Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tá ið tað kom fram at Alexandria Vera (24) hevði havt samband við ein 13 ára gamlan næming, var nógv skrivað um tað í amerikanskum miðlum.

Men nú vísur tað seg at óhóskandi sambond millum lærarar og næmingar er nógv meira vanligt enn fleiri hava hildið, sambært eini rapport hjá Texas Education Agency (TEA).

162 tilburðir av óhóskandi sambondum millum lærara og næming hava verið kannð higartil í ár, skrivar Vice.com.

Sambært norska miðlinum TV2, so er hetta eitt methøgt tal, og yvirlitið vísur eisini at talið er økt hvørt ár síðani 2009.

Sambært talspersóninum hjá TEA, Laura Callahan, er brúk av sosialum miðlum ein orsøk til økingina.

– Vit kunnu siga at brúk av sosialum miðlum er ein orsøk, sigur Callahan til Vice.

Hon sigur at sosialir miðlar sum Facebook og Instagram gera tað møguligt hjá lærarum og næmingum at hava samskifti í tí loynda.

Alexandra Vera bryjaði sítt samband við ein næming  við Instagram. Hon hevur greitt frá at hon fyrst avvísti tann 13 ára gamla um at fylgja henni, men at hon seinni eftirlíkaði.

Sambandi teirra millum menti seg so drongurin til síðst svav hjá henni, og hon var eisini heima hjá foreldrum hansara.

Í januar gjørdist hon við barn við næminginum. Men hon valdi fosturtøku eftir at barnaverndin var komin inn í myndina.

Vera er nú skuldsett fyri valdsgerð. Løgreglan umhugsar eisini at skuldseta foreldrini hjá dreinginum fyri ikki at hava boðað frá valdsgerðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo