Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sjey lærarar hava sent Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, kæru um rektaran á Glasi. 

Kæran telur 16 síður, og er býtt upp í 11 punkt, vísur innlitsumbønin hjá VP.

Tey eru:

1. Fyrsta brævið frá rektaranum
Brævið sum var uppfatað sum ein munnkurv og brot á okkara talufrælsið. Víst verður til Rammerne for offentlige ansattes ytringsfrihed, sum vísur á týdningin við talufrælsi

2. Depilsráðið á Glasi
Her verður víst til hvussu tað gekk, tá vit skuldu velja umboð til Depilsráðið, og hvussu rektarin aktivt blandaði seg upp í hesa gongdina

3. Bygnaðurin
Her verður víst til viðmerkingarnar til bygnaðin á Glasi bæði frá Lærararáðnum í Hoydølum og leiðsluni í Hoydølum, og hvussu ongar av hesum síggjast aftur í endaliga bygnaðinum. Eisini verður víst á, hvussu illa bygnaðurin hóskar til ein skúla, sum ikki er eitt universitet

4. Eftirmetingin
Víst verður her til fyrstu eftirmetingina, hvussu hon var løgd út, nær, og hvussu reaksjónin av hesum var, eisini eftirmetingin av eftirmetingini

5. Farloyvi
Her verður víst á tvey dømi upp á óhepnar og beinleiðis skeivar tulkingar av bæði almennum starvsfólkareglum hesum vísandi og eisini til hvat YF sáttmálin sigur um hetta

6. Leiðarastørvini á Glasi
Her vera ymisk viðurskifti tikin fram. M.a. verður víst á, hvussu leiðslubygnaðurin í dag er dýrari enn hann var samlað á gomlu skúlunum, á ósamanhangir í starvssetanum, onkuntíð hevur verið lýst, aðrar tíðir eru fólk sett uttan lýsing, men mesti denturin verður lagdur á hvussu starvið hjá útbúgvingarstjóranum fyri gymnasialt miðnám er blivið niðurlagað, og uppgávur eru tiknar frá honum - kjarnuuppgávur sambært lýsingini eftir stjóranum. Eisini verður víst á, at avleiðingar eru av, at leiðslubygnaðurin kostar so nógv - ma.a. at akkordir eru minkaðar

7. Samanleggingartilgongdin
Her verður stutt tikið saman um, hvussu leisturin fyri samanleggingini hevur verið, hvussu hann als ikki hongur saman við tí, sum av fleiri almennum persónum og politikarum við ábyrgd hava sagt um, hvussu samanleggingartilgongdin átti at verið við m.a. greiðum profilum, osv. Eisini verður víst til, hvussu ørkymlandi gongdin kennist fyri starvsfólk

8. Býtið av starvsfólkum út á deildirnar
Her verður stutt tikið samanum, hvussu uppdeilingin av starvsfólkunum út á deildirnar upprunaliga var ætlað at vera, og hvussu hon so bleiv. Eisini verður víst á meiningarloysið við hesum uppbýtinum

9. Arbeiðsumhvørvið á Glasi og leiðslustílur
Her verður leislustílurin hjá rektaranum lýstur - diktatoriskur og tilvildarligur, og hvussu arbeiðsumhvørvið á Glasi - serliga Hoydølum er orsakað av hesum. Víst verður á, at fólk eru ótrygg og bangin

10. Lestrarvegleiðingin
Dømið verður her tikið fram um, hvussu lestrarvegleiðingin verður fullkomiliga tikin av ræði, vanvird, av einari avgerð, har rektarin yvirtekur kunningina úti á fólkaskúlunum. Hetta virkar eisini sum eitt eyka dømi um leiðslustíl

11. Tøknibreytin
Her koma vit við viðmerkingunum um, hvussu rektarin hevur úttalað seg um tøknileiðina hjá okkum, um hvussu hann missvísandi vísir á bókligar lærugreinar og praktiskar lærugreinar, sum at vit í Hoydølum ikki hava praktiskar lærugreinar. Vantandi innlit í skipanina

Kæran er farin til hoyringar hjá rektaranum við freist til 10. august 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo