Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Lars Emil Johansen sigst vera føroyavinur burturav, og meðan hann vitjar her í Føroyum, so brúkar hann høvið at vitja fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk frá tí politiska vígvøllinum, hann hevur havt ein leiklut á í hálva øld.

Lars Emil Johansen og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fingu eitt hugnaligt og avbera gott prát seinnapartin á Ráðhúsinum. Lars Emil kom niðan at vitja, beint eftir at hann hevði havt fyrilestur fyri hópin av fólki í Miðlahúsinum um sjálvstýristilgongdina í Grønlandi.

Lars Emil var sera fegin um gongdina í Føroyum, um blíðskap og positivan anda, sum honum møtti allastaðni. Hann metti eisini, at betri samstarv átti at verið millum grønlendingar og føroyingar, ikki bara á politiskum stigi, men millum vanlig fólk.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá góðu gongdini í Havnini, nakað sum Lars Emil hevði størsta áhuga fyri. Eftir 50 ár í politikki sum landstings- og landsstýrisformaður, umframt sum nevndarlimur í hópin av feløgum, hevur Lars Emil eitt sjáldsama gott innlit í øll samfelagsviðurskifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo