Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Alt síðan russar gjørdu innrás í Ukraina 24. februar, hava umboð fyri Føroya Landsstýri og samgonguna hildið uppá at Føroyar fóru at fylgja vesturheiminum, hvat viðvíkur støðutakan, mótmælum, revsiatgerðum o.ø. allan vegin ígjøgnum. Tað var avbera hugaligt at hoyra hjá okkum, ið leingi hava mett Putin, sum tað hann er, nevniliga ein antidemokrat, ein despot, og eitt bølmenni.

Og ikki minnst var tað hugaligt, tá vit áðrenn innrásina dagliga hoyrdu, hvussu høgt ávísir samgongupolittikkarar lovprísaðu teimum sterku vinarbondunum, teir høvdu knýtt mótvegis Putinsa Russlandi.

Men, hvat er hent, og hvør er støðan ídag?

Jú, meðan øll vesturlendsk lond, ið vit vilja sammetast við, hava veitt Ukraina hópin av hjálp, bæði vápnahjálp og peningaligan stuðul, hevur Føroya Landsstýri als ikki latið við seg koma í so máta. Ein týdningarleys samtykt, eingin officiel støðutakan, eingi mótmæli og eingin hjálp!

Men, hevur Føroya Landsstýri yvirhøvur nakrað almenna støðu viðvíkjandi tí, ið fer fram í Ukraina? Víst hoyra vit einstakar samgongupolitikarar, soleiðis hissini siga, at teir taka frástøðu frá teimum ræðuleikunum Russland fremur mótvegis ukrainska fólkinum! Samgongan hádyrkar russiska vinarlagi!

Men, fyriliggur nakað officielt frá Føroya Landsstýri? Er ikki tað einasta officiella, ið hent er, at Føroya Løgting, uppá kvamsvís gjørdi eina samtykt, har undanførðslurnar fyltu 94 A4-síður, og sum tryggjaði meirlutanum, at eingin munandi atsókn, ið kann ørkymla Putin og hansara harkalið í Kreml ella skala teirra tøttu vinarbond tann vegin, varð framd?

Atgerðir mótvegis farmaskipum undir russiskum flaggi muna líti, tá russiski farmaflotin er skrásettur undir vesturlendskum hentleikafløggum, heldur russiskum flaggi.

Eftir undir russiskum flaggi eru bara teir gomlu rustikustarnir frá sovjettíðini, ið ikki sleppa undir annað flagg og neyvan sleppa í aðrar enn føroyskar og afrikanskar havnir vegna teirra ovurstóra dálkandi útlát!

Eins ótrúðligt, tað var, tá navnkendir føroyskir poltikarar hálovaðu teirra vinarlag við Putinsa Rusland, líka so órúðligt er tað nú, at hesir somu verja tað, teir tá stóðu fyri, og framum alt vilja ansa eftir, at eingin traðkar russum á tarnar!

So langt fer samgongan - ið annars skal eitast liberal og frælslynt - at verja russiska vinarlagið, at teir í hesum døgum, til stóra bretska misnøgd, loyva russum at fiska í tí felagsøki, sum Bretland eigur saman við Føroyum! Taki nú annað skinn um bak! Støðan er ørkymlandi fyri frælslynta partin av føroyingum! Frælslynti føroyingurin vil heldur vera í parti við teimum, ið verja demokratiið enn teimum, sum vilja knúsa tað!

Tí vilja vit, at Føroya Landsstýrið tekur annað skinn um bak og tónar reint flagg! Hóast ynskjandi, so vita flestu okkara, at tað illa ber til her og nú frá føroyskari síðu, at kvetta alt vinnuligt samstarv við Russland. Men harfrá, og so sum landastjórn ikki tora at fráboða sína greiðu meining, er stórur munur! Og ikki um at tala, at leggja seg so flatan fyri Russlandi, at ein ikki torir at mótmæla dráp á civil óskyldug menniskju og klárt fráboða hvør landsstýrisins officiella støða er til kríggið.

Tað er ómetaliga mannminkandi fyri alla tjóðina! Vit vanligu borgarar hava so ikki annan møguleika enn at gera vart við støðuna, og koma við áheitanum á tey, ið taka støðu vegna okkum! Og ein áheitan herfrá skal so verða, at í minnsta lagið tann peningurin, sum Føroya Landsstýri og føroysku kommunurnar vinna av russiska samstarvinum - og helst nakað væl aftrat - í framtíðini verður sendur sum hjálp til Ukraina og ukrainska fólkið!

Og haraftrat, at Føroya Landsstýri beinanvegin boðar Kreml frá, at soleiðis verður gjørt, og at hettar heldur fram, so leingi sum ukrainar eru mentir at berjast móti russisku kúganini og fyri europeiska demokratinum!

Sv. Aage Ellefsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo