Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russiski uttanríkiráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at tey sum stóðu aftanfyri drápið á Darju Dugina, sum var dóttir ein av vinmonnum Vladimir Putins, forseta, fara at gjalda ein høgan prís fyri ógerðina.

Tað segði hann í samrøðu við russisku tíðindastovuna Tass, sum millum annað norska Dagbladet endurgevur.

Darju Dugina var tíðindakvinna, og millun annað kend fyri opið at stuðla russisku innrásini í Ukraina. Pápin, Alexander Dugin, er kendur sum víðgongdur tjóðskaparsinnaður heimsspekingur, og verður stundum nevndur "heilin hjá Putin", tí hildið verður, at Vladimir Putin, sum er ein av hansara bestu vinmonnum, er sera hugtikin av tonkunum hjá Alexander Dugin um millum annað russiska stórveldið.

Russland ákærir Ukraina fyri at standa aftanfyri álopið á 29 ára gomlu tíðindakvinnuna, sum doyði av eini bilbumbu. Ukraina sigur hinvegin, at tað kenna tey har onki til, men halda heldur, at tað man hava verið Russland sum sjálvt hevur gjørt enda á henni, fyri at kunna geva Ukraina skyldina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo