Tveir arbeiðsprámar eru komnir úr Hetlandi og Orknoyggjum á Vestmanna. Bátarnir skulu leggja út nýggj fundament og fortøjningar til stóra sjóvarfalsdrekan hjá svensku fyritøkuni Minesto sum ger royndir at framleiða elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi.
Drekarnir sum higartil eru brúktir eru í veruleikanum bara prototypur uppá størri drekan sum kemur til landið eftir ársskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo