Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Barnaverndartænastan í Vágum hevur fingið nýggjan leiðara í fast starv. Eftir longri tíð við fyribils settum leiðara, er Karin Joensen úr Miðvági sett sum leiðari fyri BVT í Vágum.

Karin er útbúgvin sosialráðgevi og hevur fjølbroyttar royndir frá størvum sum hava við børn og ung at gera.

Karin byrjar í starvinum 1. oktober.

Endamálið hjá BVT er millum annað, at veita barninum tryggleika á tann hátt, at barnið kann venda sær til barnaverndartænastuna við sínum trupulleikum, uttan at hetta verður fráboðað foreldrum ella verja.

Barnaverndartænastan skal í størstan mun stremba eftir at fáa samstarv í lag við tann ella tey, ið hava foreldramyndugleikan, um at seta fyribyrgjandi fyriskipanir í verk.

Barnaverndartænastan skal skipa fyri tvørfakligum samstarvi ímillum teir fakbólkar, sum starvast við børnum í barnaverndarøkjunum, undir hesum sosialráðgevarar, heilsusystrar, læknar, lærarar, sálarfrøðingar og námsfrøðingar.

Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd.

Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu, starvsfólkligu og umsitingarligu leiðsluni.

Leiðarin vísir til formannin í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna og hevur starvsstað í Vága kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo