Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Ynskir tú at arbeiða innan eitt øki í støðugum vøkstri?

Ynskir tú at hava ávirkan og standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum?

Ynskir tú eitt arbeiði við spennandi og avbjóðandi uppgávum?

Visit Norðoy leitar eftir leiðara!

Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum. Viðkomandi er álitisvekjandi, hevur hug at ganga á odda og kann vísa á royndir við leiðslu, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit bjóða eitt starv, har uppgávurnar m.a. eru:
- at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum
- at menna felags ferðavinnupolitikk fyri Norðoyggjar
- at marknaðarføra Norðoyggjar sum ferðavinnumál
- at røkja og menna samstørv við kommunur, vinnurekandi og borgarar í Norðoyggjum
- at samskipa tiltøk, útferðir o.a.
- at samstarva við føroyskar og útlendskar ferðavinnuveitarar  
- at arbeiða við nýhugsan og nýskapan

Tín vangamynd:
- tú hevur viðkomandi útbúgving
- tú hevur gott innlit í viðurskifti innan ferðavinnu
- tú hevur góð samskiftisevnir og leiðsluførleikar
- tú hevur gott innlit í fíggjarlig viðurskifti
- tú ert nýhugsin og trívist í einum skiftandi arbeiðsdegi
- tú hevur góðar telduførleikar
- tú dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Tað er ein fyrmunur, um tú hevur arbeiðsroyndir innan ferðavinnuna.

Setanarviðurskifti:
Umsókn, sum skal merkjast Leiðari til Visit Norðoy, kann sendast saman við CV og avrit av prógvum og møguligum viðmælum, til teldupost input@input.fo  í seinasta lagi 15. februar 2023.

Um spurningar eru um starvið, ber til at ringja til Símun Gullaksen, nevndarformann á telefon 217055.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.    

Visit Norðoy:
Visit Norðoy virkar fyri at savna og geva út upplýsingar um Norðoyggjar og um virksemi í Norðoyggjum. Visit Norðoy kunnar føroysk og útlendsk ferðandi í Norðoyggjum. Visit Norðoy heldur til í Biskupstorginum í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo