Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leidd og eygleidd er yvirskriftin á fyrsta almenna tiltakinum hjá Etiska ráðnum. Tiltakið er skipað sum kjakfundur og lýsir hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava. Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd? Ynskja vit at ávirka hvar markið gongur? Skulu vit sjálvi siga frá? ella taka onnur ábyrgd okkara vegna?

Hesir eru høvuðsspurningarnir, sum verða umrøddir á kjakfundi í Reinsarínum mikukvøldið 28. november kl. 19.00.

Fundurin er skipaður so, at fyrst verða fleiri upplegg. Hesi eru um:

hvussu Talgildu Føroyar hevur hugsað um menniskjaliga aspektið, við at flyta seg til talgildar loysnir

hvørjar upplýsingar, tað almenna, og herundir heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan og hvussu upplýsingarnar verða vardar.

hvørjir tankar sjúklingar og avvarðandi hava um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey 

hvussu vit tryggja okkum, at (upplýsingarnir vera nýttir) upplýsingarnar verða nýttar  rætt og ikki  misnýttar og

um talgilding lýst úr einum etiskum sjónarhorni.  

Tey sum hava upplegg og luttaka í panelorðaskiftinum eru: Nicolai M. Balle, Talgildu Føroyar, Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Sigrun Mohr, umboðar borgaran, Eilev Sivertsen, KT grannskoðari og Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki.

“Vit eru mitt í einari talgildari menning, sum gongur við rúkandi ferð, har m.a. okkara heilsuupplýsingar verða skrásettar, sum ongantíð fyrr. Tí er umráðandi at steðga á, og spyrja, hvussu hetta ávirkar okkum sum menniskju. Hvørjar fyrimunir hevur talgilding, hvørjar eru avleiðingarnar fyri okkara sjálvsavgerðarrætt og hvussu kunnu vit kenna okkum trygg?” sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum, sum sær fram til eitt áhugavert orðaskifti.

Tað verður Óluva Zachariasen, journalistur, sum fer at leiða kjakfundin, sum eisini verður teknmálstulkaður.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Búmerki og heimasíða
Etiska ráðið hevur fingið eitt búmerki, sum ímyndar 3 rundingar, sum eru settir saman til eitt livandi skap, sum hvílir í sær sjálvum. Rundingarnir eru sambundnir og kunnu mala og førka seg í mun til hvønn annan og ein kann spyrja: Hvar byrjar tann eini og hvar endar hin? Búmerkið vekir ávíst forvitni og umhugsni og talið 3 gongur aftur í rundingunum eins og í lívsins rútmu, sum við búmerkinum verður lýst á henda hátt:

Byrjan – miðja – endi.   Skapan – lív – deyði. Fortíð – nútíð – framtíð.

Etiska ráðið viðger evnir, har tað sum oftast ikki eru eintýtt svar og har evnir kunnu síggjast úr ymsum sjónarhornum. Soleiðis ímyndar búmerkið arbeiðið hjá Etiska ráðnum.  

Heimasíðan, sum er andlitið úteftir, er virkin og so hvørt sum Etiska ráðið viðger og umrøður almennar etiskar spurningar og evnir, verður tilfarið lagt á heimasíðuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo