Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Dialysuviðgerð í Suðuroynni
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær tað verður møguligt at fáa dialysuviðgerð í Suðuroynni?
2. Heldur landsstýrismaðurin tað verða nøktandi, at suðuroyingar saman við familju síni verða noyddir at flyta av oynni, frá húsi og heimi, tí Heilsumálaráðið ikki megnaði at halda orð?
Viðmerkingar:
Tað er nú meiri enn ein mánaði síðani, at landsstýrismaðurin í heilsumálum segði seg at hava mist tolið við, at eingin loysn enn var funnin á dialysuviðgerðini í Suðuroynni.
Sjúkrahúsverkið fekk tá greið boð um, at NÚ skuldi ein loysn finnast.
12. juli gav landsstýrismaðurin í heilsumálum leiðsluni á Sjúkrahúsverki Føroya greið boð um beinanvegin at finna eina loysn fyri dialysusjúklingar í Suðuroynni.
Tað vísir seg tó, at leiðslan á Sjúkrahúsverki Føroya leggur líka í, hvat landsstýrismaðurin sigur. Í øllum førum er onki hent uttan tað, at dialysusjúklingar eru noyddir at flyta av oynni, frá húsi og heimi. Umframt herviligu sjúkuna blívur fíggjarliga byrðan av hesum bara enn tyngri, tí nú fáa sjúklingarnir m.a. dupult húsarhald aftur at at stríðast við.
Komandi leygardag verður ferðasambandið til og frá Suðuroynni munandi skert, og í skrivandi løtu kann staðfestast, at ætlanin hjá landsstýrismanninum at hjálpa dialysusjúklingum í Suðuroynni ikki er framd í verki.
Fyri at fáa greiðu á, hvussu gongst við hesum týdningarmikla máli, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 18. august 2022
Bjarni Hammer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo