Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bloggur

Leiðslupoddurin: Í komandi trimum pørtum av "Leiðslupoddinum" verður eitt spennandi og sera aktuelt evni sett í fokus: vitlíki og leiðsla.

Í fyrsta parti um vitlíki og leiðsla sum er útkomin í dag greiðir Christian Hendriksen, serfrøðingur í vitlíkið og virkjum frá Copenhagen Business School, frá hvussu leiðarar kunnu fáa starvsfólk at nýta vitlíki á ein skilagóðan hátt. Við dømum úr praksis greiðir hann frá, hvussu vitlíki longu nú kann brúkast til at automatisera rutinuppgávur og gera starvsfólkini meira virðisskapandi. Hann viðger eisini avbjóðingarnar við "hallusinationum" (villum), sum vitlíki kann gera – og týdningin av dátuvernd.

Næsti partur sum kemur um eina viku er við Claus Fadum Nissen og hesin parturin setir sjóneykuna á, hvussu ein fyritøka kann umstilla seg til at brúka vitlíki sum eina leiðsluarbeiðskraft. Hann greiðir frá, hvussu ein strategi eigur at verða løgd fyri at byrja nýtsluna av vitlíki, og hvussu leiðarar hareftir kunnu leggja eitt "roadmap" og menna starvsfólkini. Fadum Nissen deilir sínar royndir við at skipa verkstovur, har starvsfólk menna prototypur og loysnir, sum kunnu gagna fyritøkuni.

Triði partur er við professara Alf Rehn frá SDU í Odense, sum viðger, hvussu vitlíki fer at ávirka leiðslu og organisatiónir í framtíðini. Alf Rehn viðger leiklutin hjá vitlíki í at automatisera rutinukendar uppgávur, og hvussu tað fer at broyta leiðarafunktionir og samskifti í fyritøkum. Hann leggur dent á týdningin av kreativiteti, inspiratión og etiskum avgerðum – øki, har menniskjalig leiðsla framvegis hevur eina týdningarmikla leiklu, hóast vitlíki ger leiðsluuppgávur effektivari.

Poddvarpsrøðin ”leiðslupoddurin” hoyrist á øllum stórum poddvarpplattformum, sum t.d. Apple Podcasts og Spotify. Eisini kann tað hoyrist frá hesi leinkju: https://share.transistor.fm/s/b8f056e8

Meira kann lesast um innihaldið í poddvarpspartinum her: https://menning.info/leidslupoddurin/

Podcastrøðin, fyriskipað av Jóhannesi Miðskarð, eksternum lektara á CBS, vendir sær til leiðarar, fyritøkur og onnur áhugað, sum vilja vita meira um leiðslu og strategi í privatum fyritøkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo