Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Leiklistafylkingin 2020 hevur mótmælt stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya síðani 31.03.2020.

Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er.

Ongar eftirmetingar í fimtan ár:

⦁    Í fimtan ár eru stovnur, virkistreytir, lista- og handverksliga støðið, samstørv, arbeiðsumstøður- og umhvørvið á Tjóðpallinum ikki eftirmett.

⦁    Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráð og økið hava verið savnað. Eingin av hesum fundum, hava havt fakliga nóg viðkomandi fokus.

⦁    Ongar eftirmetingar eru gjørdar av samstørvum bólkar/leikhús hava havt við Tjóðpallin.

⦁    Leiklistaráðið hevur ongantíð vent sær til teir bólkar/leikhús, sum tey gera til- og frámæli um stuðul til og skulu varða av.

Setanartilgongdin 2020:

⦁    Starvslýsingin er merkt av ,at Leiklistaráðnum vantar innlit í, hvussu tílíkar starvslýsingar vanliga verða gjørdar.

⦁    Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum á yrkisleikhúsum, tryggjar eina góða og smidliga yvirgongd. (T.e. fráfarandi stjóri handar fyrisitingina til og lærur upp nýggja stjóran í eitt hálvt ár. )

⦁    Leiklistaráðið sigur: “Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti ...” Tjópallurin er bert fimtan ár, og tí er eingin siðbundin leistur. Leisturin tey hava brúkt, líkist ikki teimum leistum, ið siðvenja er at brúka á yrkisleikhúsum aðrastaðni.

⦁    Einki starvsfólkaumboð hevur verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur tí ikki verið við til at orða starvslýsing og heldur ikki verið við til fyrsta umfar av samrøðum.

⦁    Leiklistaráðið grundgevur fyri stjórasetanini við samstørvum, ið hava verið við bólkar/leikhús í fylkingini. Bólkarnir/leikhúsini eru ongantíð spurd, hvussu hesi samstørv hava verið.

Í bókstavarað:
Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF

Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg
 
Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund  
 
Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
 
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
 
Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
 
Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
 
Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
 
Leikbólkar:
Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010
GUT//Productions, stovnað í 2015
InTime Teater, stovnað í 2014
Leikhús Skift, stovnað í 2005
Teatur Grugg, stovnað í 2009
TVAZZ, stovnað í 2006

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo