Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú 22 fakfólk og 6 leikbólkar mótmæla stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, er kreppa á leiklistaøkinum. Kortini stendur Leiklistaráðið við síni avgerð um at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð. Starvið er, sambært lógini, eitt listaligt starv, sum er áramálsett. Men Leiklistaráðið hevur vigað aðrar førleikar tyngri og hevur ikki virt áramálsetanina. Stjórin skal, sambært Leiklistaráðnum, hava hjálp til bæði tað listaliga,  til at betra um samskifti við leiklistaøkið og til at orða visjón.

Leiklistin í kreppu í eitt hálvt ár.

Uppgávan hjá Leiklistaráðnum fevnir sambært lógini um Tjóðpall Føroya eitt nú um:

 T§ 3. Leiklistaráðið setir stjóra og loysir úr starvi stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Stjórin er áramálssettur.

Til stjórasetanina 2015 valdi Leiklistaráðið at víkja frá siðvenju á mentanarøkinum, sum er at tílíkar áramálsetur eru í mesta lagi tvær setur, við í mesta lagi møguleika fyri hálvari setu afturat.

Longu tá gjørdi Leikarafelag Føroya (t.e. fakfelagið hjá yrkisleiklistafólkum) vart við, at stórur partur av økinum ikki tók undir við hesi avgerð. Nú sami stjóri fyri fjórðu ferð 14.02.2020 varð settur á Tjóðpalli Føroya, varð Leiklistafylkingin 2020 sett á stovn. Limir í fylkingini eru meginparturin av føroyskum yrkisleiklistafólkum. Leiklistafylkingin 2020 mótmælir, at áramálsetanin í lógini ikki verður vird. Áramálsetanin er hornasteinur í tí  leiklistafatan, sum lógin hvílur á. Leiklistafylkingin 2020 ger vart við, at tað er fakliga óforsvarligt, at einasta føroyska yrkisleikhús hevur ein og sama stjóra í 20 ár. Leiklistaøkið er í eini kreppu, sum hevur staðið við og er versnað síðani 14.02.2020.

Væntandi samrøða endar við almennum mótmæli
Eftir fyrst at hava roynt at fáa Leiklistaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið á tal um hetta og uttan at tað eydnaðist, sendi Leiklistafylkingin tann 28.03.2020 mótmæli til Leiklistaráðið og UMMR. Har varð grundgivið bæði fakliga og við støði í lógini fyri mótmælinum. Ein fundur varð loksins hildin millum Leiklistaráðið og umboð fyri fylkingina 6. august 2020. Ein fundur, sum fylkingin ynskti fyri at hoyra sjónarmiðini hjá Leiklistaráðnum. Leiklistaráðið hevði sjálvt spurningar, sum ikki vóru í skránni og fór allur fundurin við at fylkingin svaraði hesum. Fundurin varð slitin við lyfti um framhaldandi fund. Endaliga breyt Leiklistaráðið avtaluna um fundarframhald, har tey svaraðu spurningum frá fylkingini. Leiklistaráðið metti seg at hava hoyrt nokk frá Leiklistafylkingini 2020.

Nú, sjey mánaðar seinni er sostatt enn einki stig tikið til broyting og tískil hevur Leiklistafylkingin 2020 sent út alment mótmæli mánadagin 28.09.2020. Sama dag greiddi talsfólkið hjá fylkingini, Gunnvá Zachariasen, frá støðuni í tíðindum hjá KvF á middegi. Í tíðindunum sama kvøld kl. 18.00 svaraði Ingibjørg Berg, forkvinna í Leiklistaráðnum, aftur.

Leiklistaráðið tulkar áramálseting sum eftirmeting
Ingibjørg Berg, forkvinna í Leiklistaráðnum, sigur soleiðis í samrøðu við KvF 28.09.2020: “.....at tað nokk er eitt signal í, at man í hvussu so er skal eftirmeta fimta hvørt ár.”  Sitandi Leiklistaráð, har fleiri limir ikki eru fakfólk, tekur sostatt ræði á lóggávuni sjálvari og tulkar áramálsetan sum eftirmeting.

Væntandi eftirmetingar er júst ein trupulleiki.  Hóast Leikarafelagið áður hevur gjørt vart við trupulleikar á Tjóðpallinum, so hevur stovnurin ikki verið eftirmettur í 15 ár.

Leiklistarráðið hevur ongar eftirmetingar gjørt av arbeiðsumstøðum og arbeiðsgongdum á stovninum, hvørki yvirskipað  ella í mun til uppsetingar hjá Tjóðpallinum ella av  eksternum samstørvum við Tjóðpallin, t.e. av uppsetingum, har fríyrkisleikbólkar hava verið  á Tjóðpallinum og framført síni verk. Tað er tí ógreitt, hvørja eftirmeting stjórasetanin byggir á.

Ingibjørg Berg flytur fokus yvir á stjóran
Ingibjørg Berg svarar ikki kritikkinum av Leiklistaráðnum í útvarpstíðindunum. Hon flytur fokus yvir á stjóran og samanberingar, tey hava gjørt við aðrar umsøkjarar. Á henda hátt noyður Ingibjørg Berg samrøðuna inn á førleikarnar hjá sitandi stjóra. Og nýtur í síni argumentation eina vitan, sum ongin kann fáa innlit í, nevnliga samanberingar við aðrar 14 aðrar umsøkjarar.

Grundgevingin fyri setta stjóra ikki samanhangandi
Í skrivi til Leiklistafylkingina 27.04.2020 ger Leiklistaráðið greitt, at tey hava sett ein stjóra, ið tørvar hjálp til fleiri kjarnuuppgávur - eitt nú:

Hjálp til tað listarliga arbeiði
Tey vísa á, at longu í setanarsamrøðuni hevur verið talan um at seta eitt listaráð á Tjóðpallinum. Tað er rætt, at leikhús ofta hava listaráð (dramaturgiat), men ongantíð fyri at kompensera fyri væntandi leiklistafakligar førleikar hjá stjóranum. Tað krevur ein listafakliga sterkan stjóra at arbeiða við einum fakligt sterkum listaráði.

Hjálp til samskifti við økið
Í sama skrivi tann 27.04.2020 ger Leiklistaráðið greitt at: “...ráðið saman við stjóranum skal gera eina ætlan fyri, hvussu Tjóðpallur Føroya fær betur og dyggari samskifti við leiklistina og onnur lista- og mentanarøki í Føroyum…..” At vit hava eina so stóra kreppu í dag á leiklistaøkinum eru tíanverri tekin um, at samskiftið við økið er farið av sporinum fyri langari tíð síðani.

Hjálp til visjónina
Leiklistaráðið almannakunngjørdi í KvF, tá ið tey settu stjóran tann 14.02.2020 at: “ ... viðkomandi (stjórin. red.) hevur visjónir og greiðar hugsanir um føroyska leiklist og framtíðar føroyska Tjóðpallin.”

Tað eru nú sjey mánaðar síðani stjórasetanina, og enn hevur hvørki leiklistaøkið ella almenningurin frætt nakað um visjónir ella  greiðar hugsanir um, hvørja visjón Tjóðpallurin hevur um føroyska leiklist og framtíðar føroyska Tjóðpallin. Tá Leiklistafylkingin 2020 loksins fekk ein fund í lag við Leiklistaráðið tann 06.08.2020 spurdi hon ráðið, hvør visjónin er. Eingin av ráðslimunum kundi greitt svara hesum spurningi, men boðaði Ingibjørg Berg, ráðsforkvinna tó frá, at tey nú skulu í gongd við at orða eina visjón saman við stjóranum.

Leiklistaráðið velur sostatt at seta ein stjóra, sum tey meta bæði hevur tørv á hjálp til tað listaliga arbeiði frá einum listaráðið, umframt hjálp frá Leiklistaráðnum til at fáa betri samskifti við leiklistaøkið og til at orða eina visjón.

Fríyrkisbólkar nýttir í grundgevingini
Í tíðindunum hjá KvF tann 14.02.2020 verður lagt til grund fyri setanini at  ”...stjórin hevur tryggjað samstørv við leiklistaøkið.” Vit vilja gera vart við, at ikki eitt einasta av teimum samstørvunum, ið bólkarnir í Leiklistafylkingini 2020 hava verið partur av, eru “tryggjað” av stjóranum. Bólkarnir hava allir sjálvir tikið stig tisamstørvini, sum hava verið. Bólkarnir hava sjálvir skaffa alt frá fígging til koncept til tekst/evni til listafaklig starvsfólk til eksterna samskiftisstrategi og ikki minst altjóða netverk.  Bólkarnir hava vent sær til Tjóðpallin, tí ongin annar pallur við leiklistarligum hentleikum er í Havn. Leikbólkarnir í Leiklistafylkingini 2020 eru  ongantíð bodnir til eftirmetingar av hesum samstørvum.

Misvísandi samanbering av leikhúsum
Ingibjørg Berg sigur víðari  í samrøðu við KVF 29.09.2020: “...vissi vit samanbera við Tjóðpallar aðrastaðni, so er stjórastarvið í størri leikhúsum býtt upp í tvey; tú hevur ein fyrisitingarstjóra og ein listaligan stjóra...og eina stóra fyrisiting afturat”....(citat endar) Hendan samanbering er ikki serliga hóskilig, tíansheldur brúkbar. Um samanbering skal gerast, eigur samanberingin at vera við leikhús við samanberiligum kørmum, fram um hvønn status tey hava (t.e. sum national-, økis- ella býarleikhús). Tey leikhús, sum hava á leið somu játtan og kunnu rúma á leið sama tal av áskoðarum.

Gera vit tað samanberingina, so finnast fleiri leikhús í okkara grannalondum, sum hava fleiri føst starvsfólk. Sum oftast er tvístreingjað leiðsla raðfest við einum listaligum og einum umsitingarligum leiðara, har tann listaligi hevur seinasta orðið. Hetta er júst tað lógin um Tjóðall Føroya setur út í kortið í 2003, men hetta er ongantíð gjørt. Tvístreingjað leiðsla tryggjar dynamik og áramálsetanin tryggjar endurnýggjan og nýhugsan, ið er ein sera sterkur og virdur tanki innan leiklistina alla aðrastaðni. Áramálsetan er einasti máti, sum har umframt kann tryggjað, at listafakliga tilfeingið verður troytt á besta hátt.

Hví var setanartilgongdin so drúgv?
“Hetta starvið krevur eina sovorðna fjølbroytta viftu av førleikum og tí bleiv eisini tilgongdin hjá okkum drúgv “ sigur Ingibjørg Berg í somu samrøðu við Kvf tann 29.09.2020.  Ein onnur orsøk til at setanartilgongdin gjørdist drúgv, er, at undir tilgongdini  kemur undan kavi, at ráðið er ikki fullmannað. Einki starvsfólkaumboð frá Tjóðpallinum hevði verið í Leiklistaráðnum í eitt ár, og sostatt varð hetta starvsfólkaumboðið ikki við til at gera starvslýsingina og heldur ikki til innleiðandi setanarsamrøður. Leikarafelag Føroya gjørdi tá bæði UMMR og Leiklistaráðið vart við hetta, og bað um at setanartilgongdin varð støðgað, til greiða varð fingin á málinum. Hetta var sostatt lutvíst orsøkin til, at tilgongdin gjørdist so drúgv. Ein onnur orsøk var,  at Leikarafelag Føroya í desember 2019 tvíhelt um, at umsóknarfreistin skuldi leingjast, og at eisini skuldi lýsast eftir stjóra uttanlands. Tað er tí ikki heilt dekkandi, tá ið Ingibjørg Berg sigur, at setanartilgondin gjørdist drúgv vegna arbeiði við metan av umsøkjarunum.

Leiklistaráð við veikum leiklistafakligum førleikum
Omanfyri nevndu viðmerkingar og dømi  geva eina greiða mynd av einum Leiklistaráði, sum hvørki hevur kunnleika ella fakligar førleikar, ið eru avgerandi fyri at vera før fyri at seta ein stjóra á einum yrkisleikhúsi. Uttan at samskifta við fakkunnleikan á leiklistaøkinum, uttan nøktandi at hava eftirmett virksemið á Tjóðpallinum, síðan hann varð stovnaður, uttan at leita sær ráðgeving frá serkønum, velur Leiklistaráðið at endurseta sama stjóra, hóast ráðið í fleiri førum hevur fingið fráboðanir um trupulleikar á stovninum. Tískil er mótmælið hjá Leiklistafylkingin 2020 vent móti Leiklistaráðnum.Leiklistaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði til lítar.

Leiklistafylkingin 2020 ger vart við:

- Starvslýsingin eftir stjóra speglar ikki eitt nøktandi fakligt støði, tá ið talan er um eitt yrkisleikhús.

- Ongin greið visjón fyri, hvat ynskt verður av einum tjóðleikhúsi, er orðað í starvslýsingini.

- Ongin greið visjón fyri, hvat ynskt verður av einum leiðara á hesum mentanarstovni, er orðað í starvslýsingini.

- Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum líkist tí, ið vanliga verður brúkt á yrkisleikhúsum fyri at tryggja eina góða og smidliga yvirgongd, tá ið fyristingin fer úr hondunum á einum stjóra í hendurnar á einum øðrum. Vanlig mannagongd, á einum leikhúsið, er at hava eina yvirgangstíð uppá minst eitt hálvt ár.

- Í yvirgangstíðini setur fráfarandi stjórin nýggja stjóran inn í fyrisitingina og annað sum er neyðugt hjá nýggja stjóranum at læra seg um starvið og stovnin. Tað er eisini vanligt at fráfarandi stjórin virkar í starvi sum ráðgevi í eina tíð eftir at nýggi stjórin hevur tikið við og fráfarandi stjórin er farin.

- Leiklistaráðið sigur í skrivi til Leiklistafylkingina  tann 27.04.2020: “Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti við frammanundan avgjørdum spurningum. Hetta fyri at hava eitt hóskandi samanberingargrundarlag undir avgerðini.” Hvør er tann siðbundni leisturin? Somu fólk ganga aftur í Leiklistaráðnum síðani tað varð sett á stovn.

- Føroyar hava bert eitt yrkisleikhús. Tískil hava vit ongan siðbundnan leist her. Tann leisturin Leiklistaráðið hevur brúkt er ikki siðbundin innan setanir av leikhússtjórum aðrastaðni.

- Starvfólkaumboðið fyri Tjóðpallin hevur ikki verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur hendan røddin ikki verið við til at orða starvslýsing ella verið við í setanartilgongdini. Tey sum hava vitað av at umboðið manglaði hava ikki tryggjað at annað umboð kom inn í staðin.

- NEO PI 3 vóru gjørdar av eksternum ráðgeva. At hava gjørt eina test er í sjálvum sær ikki ein góðskutrygd. Hvørjar eginleikar í testúrslitunum er dentur lagdur á? Hvussu er mett um hvørjar eginleikar ein leikhússtjóri skal hava?

Senda trupulleikarnar víðari til komandi Leiklistaráð
Sambært lógini skal sitandi Leiklistaráð leggja frá sær tann 01.10.2020.

Leiklistaráðið sjálvt metur, at ráðið hevur gjørt tað rætta, uttan at tey hava haft nakað samskifti við fakfólkini - hvørki tey, sum hava verið í tíðaravmarkaðum størvum á Tjóðpallinum  tey seinastu fimm árini,  tey sum hava verið virkin á leiklistaøkinum seinastu 15 árini, ella tey sum ongantíð hava fingið bjóðað arbeiði á Tjópallinum, og tískil hava eygleitt stovnin uttanífrá. Øll hesi eru útbúgvin yrkisleiklistafólk við hollum royndum og viðurkenningum herheima og uttanlands. Tað er okkara øki, sum er í kreppu og nýggja Leiklistaráðið arvar sostatt eina álvarsliga kreppu. Talan er um økið hjá okkum, sum hava valt leiklistina sum lívsyrki. Talan er um Tjóðpall Føroya, ein mentanarstovn, sum eigur at verða umsitin við tign og virðiligheit.

Yvirlýsing frá Leiklistafylkingini 2020

-       Vit vilja taka ábyrgd.

-       Vit vilja leiklistini og Tjóðpalli Føroya tað besta og mótmæla tí avgerðini at seta sama stjóra á Tjóðpalli Føroya fýra ferðir.

Fyri okkum øll snýr hetta seg um, at tað  grundleggjandi er skeivt og fakliga óforsvarligt at seta sama persón í 20 ár, óansæð hvør hesin persónur er og hvørjar einastandandi førleikar viðkomandi kann hugsast at hava.

Tjóðpallur Føroya  skal ikki stirðna og verða bundin at einum og sama persóni í áratíggu. Tí hevur lógin um Tjóðpall Føroya innbygt ta trygd, at stjórin er áramálsettur. Stjórin skal skifta.

-       Tað skulu verða sterkar grundir fyri IKKI at skifta stjóra. Einans um tey, ið hava besta fakliga innlitið staðiliga og við góðum og óreingiligum grundgevingum heita á Leiklistaráðið um at seta sama stjóra triðju ella fjórðu ferð, eigur hetta at verða gjørt. Og bara tá.

-     Tað er vandamikið fyri ein so lítlan stovn, at vera tengdur at einum og sama persóni í 20 ár. Kortini hevur Tjóðpallur Føroya havt ein og sama stjóra alla sína livitíð.

Tí er Leiklistafylkingin 2020 ímóti.

Leiklistafylkingin 2020

Í bókstavarað.

Eintaklingar:

Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF

Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg

Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund  

Vár Berghamar Jacobsen, dramaturgur og sjónleikari, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Leikbólkar:
Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010
GUT//Productions, stovnað í 2015
InTime Teater, stovnað í 2014
Leikhús Skift, stovnað í 2005
Teatur Grugg, stovnað í 2009
TVAZZ, stovnað í 2006

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo