Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-135/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um próvtøkur á miðnámi summarið 2022.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera tillagingar í próvtøkunum á miðnámi í summar?

2. Kann tað hugsast, at talið á próvtøkum verður broytt, soleiðis at næmingarnir skulu upp til færri próvtøkur í summar?

3. Um nei til spurning 2, kann tað hugsast, at landsstýrismaðurin sum eitt alternativ vil minka pensumkravið í einstøku lærugreinunum í sambandi við próvtøkurnar í summar?

Svar
Til 1:
Eisini hetta skúlaárið hevur verið merkt av korona, og tað hevur darvað læruúrtøkuni, at bæði næmingar og lærarar ein part av árinum hava verið sjúkir ella í sóttarhaldi. Eg fari tí aftur í ár at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið fyri at fáa heimild til at gera tillagingar í próvtøkunum á gymnasialum miðnámi.

Sum spyrjarin nevnir, hava danir tikið avgerð um, at talið av próvtøkum í summar skal verða lægri hjá eldru flokkunum á gymnasialum miðnámi. Av tí at flestu føroyingar, sum lesa víðari uttanlands, fara undir hægri lestur á útbúgvingarstovnum í Danmark, og Føroyar hava eina avtalu við danskar myndugleikar, sum javnstilla føroysk prógv við tey donsku, ætli eg at gera líknandi tillagingar í okkara próvtøkum. Hædd verður tó tikin fyri, at okkara skipan er ikki meinlík tí donsku.

Við hesum vilja vit tryggja føroysku næmingunum, ikki minst teimum eldru flokkunum, sum skulu til endaliga próvtøku í summar, somu fortreytir sum teimum donsku næmingunum.

Til 2: Ja. Lógaruppskot, sum heimilar broytingum í kravda talinum av próvtøkum verður fyrireikað í løtuni og væntandi lagt fyri Løgtingið í næstum. Fylgt verður við, hvørjar tillagingar verða gjørdar í Danmark, og lagt verður upp til, at leisturin verður at líkna við tann danska, men tillagaður okkara skipan.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo