40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politi og bjargingarfelagið í Vágum leitaðu eftir einum manni sum í gjár skuldi vera horvin nærhendis Fjallavatni. Maðurin var tó skjótt funnin og hann hevði tað gott.

Annars gjørdi politiið í gjár eisini eitt átak fyri at kanna bilar í Eysturoynni. Okkurt klipp var givið í koyrikortið fyri ov nógva ferð og í tí eina førinum hevði førarin onki koyrikort.

Eisini er onkur fráboðan eisini komin um, at ymiskt tilfar lá og feyk í nógva vindinum, sum byrjaði tá tað fór at nærkast morgni.

Í kvøld spæla Føroyar landsdyst ímóti Turkalandi. Einar 2.500 bilettir eru seldar, og helst vera útlendsk viðhaldsfólk at síggja í gøtumyndini. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tá so er, er altíð eyka manning til arbeiðis hjá politinum, so tey har eru fyrireikað um okkurt skuldi verið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo