Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kvf hevur seinastu sjey árini valt ársins orð, og í ár er orðið eitt, sum Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, hevur gjørt.

Vinnaraorðið verður funnið á tann hátt, at lurtarar senda morgunsendingini hjá KVF uppskot um orð, og so viðger ein nevnd uppskotini og velur besta orðið.

Í nevndini sita Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, sum er forkvinna í felagnum Føroyamál.

Hósdagin almannakunngjørdi nevndin so í Góðan Morgun Føroyum, at ársins orð 2022 er “stuttflutt”.

- Stuttflutt er eitt snøgt orð, sum riggar væl og sigur rættiliga nógv, grundgav Óluva Klettskarð.

Tað er starvsfelagi okkara, Lena Reinert á Føroyamálsdeildini, sum hevur gjørt snøgga orðið.

Í gjáramorgun var Lena so í GMF, har hon m.a. greiddi frá, at hon fann upp á orðið í 2017/18.

- Tað er samanrenningin av mínum upphavi, uppvøkstri og útbúgving, sum hevur skapt orðið, segði Lena m.a. í samrøðuni, sum tit kunnu hoyra her.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo