Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Í dag, fríggjadagin 4. oktober kemur fyrsta lagið av komandi føroyskt mæltu útgávuni hjá Lenu Anderssen á marknaðin. Talan er um sangin “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, sum Lena hevur skrivað saman við manninum hjá sær Niclas Johannesen.

“Dugir Tú At Tosa Føroyskt” snýr seg um upplivingar og eygleiðingar, Lena hevði, tá hon sum næstan 17 ára gomul flutti úr Kanada til Føroya og kendi seg heilt fremmanda, hóast sínar føroysku røtur. Ein stór forðing var tað málsliga. Øll barnaárini – frá tí hon sum trý ára gomul flutti úr Føroyum til Kanada – var enskt tað málið som ráddi í gerandisdegnum, og hun dugdi bert nakrar fáar setningar á føroyskum – og slettis onki á donskum – tá hon møtti fyrsta dagin í studentaskúlanum í Hoydølum.

Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt lagið, meðan Óli Poulsen hevur mixað og mastrað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo