Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í løtuni er COP15 í Montréal í Kanada. Hetta er ikki vanligi veðurlags-COP-fundurin, sum vit av og á hoyra um. Hesin er um lívmargfeldið – fjølbroytni í náttúruni. 

Støðan er tann, at svinnið í lívmargfeldinum ongantíð hevur verið so ógvusligt sum nú, síðan dinosaurarnir útdoyðu. Tað var fyri 65 mió. ár síðani. Stóra svinnið nú er orsaka av okkum menniskjum. 

Hóast vit nærum einki hoyra um náttúrukreppuna, sum vit eru í, so er hetta ein av týdningarmiklastu ráðstevnunum, sum verður hildin í mínari tíð, tí á hesi ráðstevnu skal nýggj avtala gerast fyri, hvussu vit verja lívmargfeldið áðrenn 2030. Hetta snýr seg um lívmargfeldið, sum hvønn dag gevur okkum mat á borðið, reinsar vatnið, verjir fyri ódnum, sum er líka týdningarmikið sum eitt trygt veðurlag, og sum hevur verið til á jørðini í milliónir av árum, inntil vit menniskju ikki dugdu hógv og gera so, at slag fyri og annað eftir doyr út og ongantíð kemur aftur, og at heilar vistskipanir søkka saman. 

Hvørt ár missa vit sera nógv av okkara náttúru. Vit vita tó ikki, hvussu nógv, tí árinsmetingar ella støðulýsingar ikki verða gjørdar áðrenn verkætlanir fara í gongd. Á býráðsfundi verður enntá gjørt gjøldur burturúr at gera árinskanningar. Hetta ger meg óróliga og fær meg at stúra. 

Soleiðis hevur tað verið so leingi, og tí eru vit í eini náttúrukreppu nú. Vit hava bundið okkum til at verja lívmargfeldi og fjølbroytni í náttúruni. Men hetta eru bara føgur orð. Í praksis snýr tað seg mest um, hvør klárar at gera arbeiðið skjótast. Svinnið í náttúruni tykist bert at vera ein avgreiðsluspurningur.  

Á býráðsfundi í kvøld er uppskot á skrá um at bjóða fyrsta stig av útbyggingini av golfvølli á Glyvursnesi út. Enn fyriliggur hvørki ein støðulýsing av náttúruni ella ein árinsmeting. Hetta verður tí enn eitt náttúruøki, sum verður tikið til okkum at brúka. 

Í kvøld fari eg eisini at leggja eitt broytingaruppskot fram, sum snýr seg um, at samstundis sum kommunan fer at langtíðarleiga eitt 500.000 fermetra øki til at gera golfvøll, eigur kommunan eisini at langtíðarleiga eitt øki á somu stødd til at skipa sum náttúrufriðøki sum eitt slag av lendiskompensatión. Hetta er ikki ambitiøst. Men hetta er tað minsta vit kunnu gera fyri at bøta um inntrivini í náttúruna.  
 
Hetta hevði munað, og eg vóni inniliga at undirtøka verður fyri hesum. 

Elsa Berg
Býráðslimur, Tórshavnar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo