Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt av málunum, sum eg vil arbeiða við, eru lestraríbúðir til tey, sum fara til Danmarkar í lestrarørindum.

Øll sum fara niður í lestrarørindum vita, hvussu trupult tað ofta kann vera at fáa bústað í lestrartíðini.    

Tað er møguliga avmarkað, hvussu nógv eitt fólkatingsumboð kann gera við hendan bústaðartrupulleikan. 

Eg vil so íhvussu er gera alt  tað sum stendur í míni makt at ávirka teir røttu myndugleikarnar fyri at betra um atgongdina til lestraríbúðir. 

Eg vil arbeiða fyri at føroysk lesandi blíva raðfest í tillutanini av lestraríbúðum.

Bústaður er ein grundleggjandi tørvur hjá okkum øllum og serliga hjá teim ungu, sum fara heimanífrá í lestrarørindum. Eg vil tí raðfesta hetta økið  høgt. 

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo