Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Á hesum spennandi kunningartiltaki verður møguligt at hoyra um framtíðarætlanir fyri Vága kommunu og hjá tær at fortelja okkum, hvat hevur týdning fyri framtíðina og trivnaðin í Vága kommunu, sigur Vága kommuna.

Á Vága fagnaðinum verður millum annað møguligt at hoyra um nýggja byggisamtykt og bygdaplan, útstykkingarætlanir, víðkan av kirkjugarðinum í Sandavági og nýtt Miðstaðarøki í Miðvági.

Skal tú byggja? Jarðfeingi fer at hava ein bás um nýtslu av grønari orku, tá bygt verður.

Møguligt verður at royna bilarnar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd (Hvølvus og Gøllur) og at geva títt íkast til ferðslutrygdina í kommununi, við at luttaka í ótryggleikakanning.

Eisini sleppur tú at síggja nýumvalda grindabátin 'Ørnin' frá 1892, sum Miðvágs bygdasavn eigur og nógv, nógv annað.

Vit bjóða ein góðan drekkamunn, góð prát og hugnaligan tónleik við Jens Tummas Næs og Hans Ravnsfjall. Eisini verður okkurt til børnini.

Tiltakið er fyri øll - børn, sum vaksin - sum ynskja at vita hvat rørir seg í økinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo