Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kitty May Ellefsen bloggar: Klokkan er 7.30, og tað er mikumorgun í mai. Sólin skínur oman og niðan, og meðan eg gangi frá bilinum oman í Sandagerð hoyrist fuglasongur.

Eg eri beinanvegin í góðum lag og hugsi, at í dag verður dagurin góður.

Í allan vetur hava ein vinkona og eg svomið í Sandagerði. Vit hava svomið í vindi, regni og kava.

Í allan vetur hava vit glett okkum til várið, og nú er tað her.

Einki er sum Føroyar í mai, og nú er lagamanni at svimja á sjónum.

Finn eydnuna á sjónum
Tá ið eg var smágenta í Miðvági, var ein maður, sum svam hvønn morgun. Hann svam, um tað so var summar ella vetur.

Eg minnist, at vit hildu, at hann var merkiligur. Ein løgin snigil, sum leyp á sjógv í øllum veðri og svam nøkur tøk. Men í dag veit eg betur.

Eg havi, sum so mong onnur upplivað, at sjógvurin ávirkar heilan. Tað fær heilan alvaknan og kláran at fara útí tann kalda sjógvin um morgunin.

Hetta hendir, tí at heilin sendir eydnubollarnar, endorfinir, út.

Úrslitið er ein kensla av gleði.

Og tað góða er, at kenslan kemur beinanvegin, tú er komin uppaftur úr sjónum.

Fá tær eina ókeypis peeling av sandinum
Føroyski sjógvurin er fullur av vitaminum, miniralum og miniralsalti og livandi mikroorganismum.

Hesi evni minna um evnini, tú hevur í tínum egna blóði, og tey verða upptikin gjøgnum húðina, tá ið tú er í sjónum. Hetta skal vera sera gott fyri heilsuna sum heild.

Vilt tú hava mjúkari og sunnari húð. Ja, so er bara at skrubba teg inn í sandin.

Heimsins besta peeling er at blanda tann føroyska sandin við kaffigrugg.

Smyr so upp á húðina ímillum tveir svimjitúrar og vaska av, tá ið tú fert útí aftur. Tær deyðu húðkyknurnar verða vaskaðar burtur, og húðin verður mjúk.

Hetta er eisini í samsvari við tað, sum International Journal of Dermatology sigur um, at sjógvur linnar bruna í húðini og er frálíka góður fyri turra húð.

Gott at byrja um várið
Hevur tú hug at svimja saman við okkum, so er mai mánaður ein góð tíð at byrja.

Tað er ljóst, og tað verður so smátt fløtt á sjónum. Ikki tí at sjógvurin er flógvur. Hann liggur um 7-8 stig, men meiri tí, at veðrið á landið er betri, og tað várar, og tað verður so nógv hugaligari at fara útí.

Kom og royn! Kanska tær dámar tað líka so væl og eg. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo