Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vit kunnu nú loksins vænta okkum eina góða viku til veður.

Vindurin verður lítil, sólin fer at síggja flestu dagarnar, tað verður turt og tað ornar eitt vet.

Í dag og í morgin verður tó mest skýggjað, ættin millum landsynning og landnyrðing men lítil vindur, mestsum logn. Hitin upp í 8 stig.

Týsdagin og mikudagin mest landnyrðingur, gul til andøvsgul, sól fyri tað mesta og hitin 10 stig ella meira har tað lívur.

Hósdagin og fríggjadagin sær sólin mestsum allan dagin, ættin verður ímillum sunnan og eystan, men bara ein ond.

Næsta vikuskifti verður eitt sindur frískari vindur, sunnudagin støkkur hann vesturum og tað fer at regna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo