Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røðan hjá Jón Hestoy tá ið hann setti Ólavsøkuna:

Lat meg byrja við at takka Tórshavnar Ítróttaráð fyri at hava víst mær tann stóra heiður at seta ólavsøkuna.

Og lat meg síðan heilsa tykum øllum:

Góðu ítróttafólk, ólavsøkugestir, góðu føroyingar og tykur útisetar, ið vitja heimaftur.

***

Tað eru líka so nógvar ólavsøkur sum tað eru føroyingar. Hvør av okum hevur sínar upplivingar at minnast aftur á – og hesar upplivingarnar skapa eisini vónirnar um, hvussu henda ólavsøkan skal verða. 

Fyri nógv okra er ítróttin – umframt mentanin og setanin av Løgtinginum – eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku.

Fyri mær hevur svimjing og angin av klorvatni altíð verið partur av ólavsøkuni.

Frá gamla uttandura hylinum til nýggja innandura hylin í Gundadali – og seinnu árini við at svimja longdina av molanum í villinivatni.

Longu í 1887 tók langommubeiggin, Rasmus Effersøe, ið stendur her so steinrunnin, stig til kappróður. Og fyri 100 árum síðan sluppu kvinnurnar eisini upp í part, tá Andrea Árting, tók stig til tað.

Og lat meg brúka henda møguleika at nevna tað ómetaliga sjálvbodna arbeiðið, ið fer fram innan ítrótt og annað ungdómsarbeiði.

Uttan øll hesi sjálvbodnu hevði ólavsøkan ikki verið tað, ið hon er í  dag.

Og uttan tað stóra sjálvbodna arbeiði í ítróttini høvdu vit ikki kunnað leitað út í heim at kappast.

***

Christian Matras er so beinrakin tá hann, í yrkingini »Reikar tú úti um kavalond«, orðaði seg soleiðis:  

Markleys breiðist nú fyri tær fold,
við havsins fløtum so víða
– faðir tín festir ein heim í bond
at liva til evstu tíða.

 Yrkingin snýr seg um hetta tvíbýtið, sum føroyingar kenna so væl: útferðarhugin og hugin av bjóða heiminum av øðrumegin – og so kæra móðurlandið, Føroyar, og føroyska fólkið, hinumegin. 

***

»Markleys breiðist nú fyri tær fold« er fyrsta reglan í hesum ørindinum. 

Heimurin liggur opin, tú kann tað, tú vilt.

Markleys breiðist nú fyri tær fold! 

Royn og smakka upp á hatta orðið! »Markleys!«. Uttan forðingar, uttan avmarkingar. Heimurin er tín!

Og okur hava í hópatali av fólki, sum dagliga taka hesi orðini til sín, og kasta seg ósmæðin út í heimin uttan mørk ella afturhaldni. 

Íverksetarar, listafólk, tónleikarar, vinnulívsfólk, ítróttafólk og aðrir føroyingar bjóða dagliga heiminum av og tora at hugsa stórt.

Tey hava sannað, at mørkini mangan fyrst og fremst finnast millum oyruni á okum sjálvum. 

Tað er tí fyrst og fremst har, at okur gera av, hvussu langt okur, tykur – og alt okra land skal náa.

Tí alt okra land kann eisini lesast inn í hesa regluna – Markleys breiðist nú fyri tær fold. 

Henda reglan kann jú eisini eggja okum, sum samfelag og sum tjóð, til at taka dystin upp. 

Hóast okur liggja fjarskotin á eini av heimsins víðu havfløtum, so eru okur kortini ein partur av heiminum, og okur eiga at tora at stríðast fyri tí, sum okur ynskja og vilja.

Vilja okur – og arbeiða okur í felag – er einki mark fyri, hvussu langt okur kunnu koma í heimshøpi. 

Tí framdriftin í okra samfelag kemur bara frá okum sjálvum! Tað er eingin, sum kemur og greiðir tingini fyri okum. Tað er okra áræði og dirvi, ið ber okum framá.

***

Men Christian Matras yrkir ikki bara um markleysu møguleikarnar.

Hetta ørindi sigur jú eisini, at: »faðir tín festir ein heim í bond, at liva til evstu tíða«. 

Tí hóast tann víða verøldin er opin og markleys, eru tað kortini bond, ið festa okum til Føroyar.

Fyrst og fremst ættarbond, vinarbond og ástarbond. Men eisini kærleiksbandið til sjálvt landið. 

So tó at okur við áræði hyggja út í heim, er tað týdningarmikið at okur støðugt halda á við at menna heimlandið, so tað kann »liva til evstu tíða«. 

Og okur mugu eisini halda fast í minninum um tey, ið undan fóru, og sum lótu okum tað, okur hava. Tað er okra ábyrgd at bera henda førningin víðari við virðing.

Tey, ið undan fóru, sum fluttu og førkaðu Føroyaland fram á leið, grundaðu framgongdina á hesar báðar tankarnar:

– At møguleikarnir eru markleysir og forðingarnar fyrst og fremst eru millum oyruni á okum sjálvum, 

– og so kærleiksbandið til hetta vakra landið.

Føroyar verða mangan sagdar at vera ómodernaðar og afturúrsigldar samanbornar við grannalondini. 

Men ivast tú í, hvussu langt okur eru komin, so far ein túr út á Tinganes. Har er ein gjógv, ið kallast »Suðuroyargjógvin«. Har segðist, at suðuroyingarnir løgdu at við áttamannafarinum, tá teir komu til Havnar at handla og halda ting.

Og tá tú stendur har úti á Tinganesi – við Suðuroyargjógv – hygg so tá Smyril kemur grøvandi inn um molan. Og set so tingini í perspektiv. 

Og sum framburðurin er nú, so verður ikki leingi til suðuroyingar pussa sær silvurið har suðuri, seta seg í bilin og koyra til Havnar á ólavsøku uppá eitt eygablik.

Jú, nógv er broytt. Okur eru komin øgiliga langt. 

»Markleys breiðist nú fyri tær fold!« Og »Faðir tín festir ein heim í bond« – hesum framburði og hugburði skulu tykur ungu halda fast í. 

***

Og eitt av teimum bondunum, sum heldur hesum samfelagnum saman – tað er, at okur ansa eftir hvør øðrum. Vísa samhaldsfesti. At breiðastu herðarnar bera mest.

Lat okum menna samfelagið. Taka ímóti altjóðagerðini. Ikki ræðast tað fremmanda. Kappast við umheimin og taka av tí, sum markleysu møguleikarnir á foldum bjóða. 

Men lat okum ikki missa tað burtur, ið ger tað so gott hjá okum at liva júst her. 

Tað trygga samfelagið við óstongdum hurðum, lítið av kriminaliteti, og við tøttum bondum. Tað samfelagið, ið ger, at okra útisetar hava hug at koma heimaftur, og sum turistar í hópatali nú vilja uppliva. Hetta finnir tú ikki nógva staðni í heiminum.

Okur mugu tí ikki gerast so altrá eftir tí markleysu fold, at okur gloyma tað smáa og heimliga. 

***

Og júst ólavsøkan er sum ein forstørring av tí smáa og heimliga – av okra upphavi. Her er alt tað, sum ger Føroyar til tað, tær eru.

Her síggja okur tað, sum okur framhaldandi vilja hava Føroyar at vera. 

Okur síggja samanhaldið. Gleðina. Ernið av landinum. Mentanina og upphavið. Virðið av tí, sum okra forfedrar góvu okum – eisini hóast okur verða meiri altjóðagjørd; hóast okur í størri mun kappast við onnur lond.

Men í dag kappast okur ikki við umheimin. Í dag, ólavsøkuaftan, og í morgin, ólavsøkudag, njóta okur lívið. 

Tí, sum Christian Matras sigur í somu yrking: 

»Leikur tín er sum tann ljósi dagur«  – ella tann ljósa nátt, kundu okur kanska lagt afturat. 

Gamalt var, at á ólavsøku er fríggingarmyrkt, so hvør veit hvat, ið kann henda. Møguleikarnir eru markleysir – eisini hesa ólavsøkuna.

Eg skal enda við eini mynd. Tí onkuntíð verður sagt, at okra lív kann samanberast við eina á. 

Okur byrja sum ein spakur, tutlandi áarløkur á einari fjallasíðu. Síðani vaksa okur í vavi, verða ein á, sum rennur alt stríðari. Summi verða eins og fossar, ið kasta seg út av brattanum – og stríður mótvindur kann fáa okum at renna beint upp í loft. At enda renna okur breið og møk í ósanum, út í tað óendaliga hav. 

Men okur minnast lívið, sum tá okur fara tvørturum eina á – loypandi løgasteini av løgasteini. 

Hvør steinur er eitt minni, sum ger lívið vert at liva. Summir steinar eru breiðir og turrir, aðrir vátir og hálir. Men allir neyðugir fyri at fáa okum tvørturum – og allir ógloymandi.

Vónandi verður henda ólavsøkan ein góður, breiður, turrur steinur, sum okur við gleði fara at minnast aftur á restina av lívinum.

Hervið er ólavsøkan tveytúsund-og-átjan sett.

Takk fyri – og góða ólavsøku øll somul!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo