Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað verður 41-ára gamla Liljan Weihe, sum fer at standa á odda fyri Visit Tórshavn eftir ársskiftið. Fremsta uppgávan hjá stjóranum og toyminum á Visit Tórshavn er at vekja áhugan fyri býnum og bygdunum í kommununi og soleiðis tæna bæði borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum.

Liljan Weihe er útbúgvin samfelagsfrøðingur og journalistur frá lærda háskúlanum í Roskilde og hevur drúgvar royndir innan samskifti og leiðslu. Liljan hevur í fleiri ár verið deildarleiðari í Kringvarpi Føroya og kemur úr einum starvi sum ráðgevi á Fólkatingi.

“Tórshavnar kommuna hevur seinastu mongu árini raðfest menning av tilboðum til bæði borgarar og ferðavinnu høgt, og Visit Tórshavn, við Liljuni á odda, skal tryggja at Visit Tórshavn framhaldandi verður ein sentralur partur av hesum arbeiði. Visit Tórshavn hevur eisini ein sentralan leiklut í menningini av tiltøkum og tilboðum til handilslívið, soleiðis at býurin alsamt gerst meira livandi og spennandi at virka og liva í,” sigur Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í Visit Tórshavn.

“Eg havi leingi ynskt mær at arbeiða innan ferðavinnuna í Føroyum. Ferðavinnan er nógv ment seinastu árini, og eg gleði meg til at vera partur av víðari menningini. Saman við dugnaligu starvsfólkunum á Visit Tórshavn, ynskja vit at skapa bestu karmarnar til handils-, hotel- og matstovuvinnuna og bjóða bæði borgarum og ferðafólki góðar og fjølbroyttar upplivingar í býnum,” sigur Liljan Weihe.

Seks fólk starvast hjá Visit Tórshavn, sum húsast í Steinatúni.

Liljan Weihe tekur við starvinum fyrst í komandi ári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo