At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á Giljanes tiltakinum sunnudagin 23.februar kl. 1900 fer Lions Club Vágar at handa gávu til “Trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn”.

Trivnaðargrunnurin eigur ein buss, sum eitur Sóljan, sum er gamal og útslitin, og tí er ynski at skifta bussin út.

Ein nýggjur bussur kostar 1 millión krónur, og vilja vit, saman við tykkum geva eitt íkast, soleiðis at ein nýggjur bussu kann fáast til vega.

Bussurin, Sóljan, sum verður rikin við sjálvbodnari arbeiðskraft, verður bara brúktur til útferðir við sjúklingum og avvarðandi og ikki til at koyra fólk ímillum flogvøllin og hotellið og ímillum hotellið og sjúkrahúsini.

Tey koyra sjúklingar til gudstænastur, umframt til útferðir til ymsastaðni, og tey hava eisini verið útferð í Svøríki.

Í løtuni eru tað fimm sjálvbodnir bussførarar, sum koyra Sóljuna.

Undir tiltakinum fer Vágaverk at spæla nøkur løg.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið sum byrjar kl. 1530 sunnudagin, tá ið Bubu kemur á vitjan.

Sí skrá her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo