Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á mánaðarliga fundinum hjá Lions Vágar handaði Dánial Christoffersen, vegna Lions Vágar, Egga Jensen ein gávukekk á kr 35.000,- til keyp av serligum ítróttarkoyristóli.

- Lions er virkin viðleikari í para-ítróttinum kring heimin, og eru vit fegin um at vit í Lions Vágar eisini hava møguleika at stuðla hesum virksemi, segði Dánial Christoffersen tá hann handaði gávuna.

Ætlanin við koyristólinum er at føroyingar, ið eru bundnir av koyristóli, skulu fáa møguleikan at royna ein ítróttarkoyristól, ið er munandi lættari og stúttari enn vanligur koyristólur, og harvið fáa sama møguleika at íðka ítrótt sum øll onnur.

Smb. Parasport Føroyum er bert ein slíkur koyristólur í Føroyum í løtuni, og verður hann brúktur av einum badmintonleikara.

- Vit í Parasport Føroyum eru sera takksom fyri gávuna frá Lions Vágar. Vit eru í gongd við at útvega okkum ymiska útgerð, soleiðis at øll skulu hava møguleikan at royna seg í ítrótti, uttan mun til kroppsligar avbjóðingar.

- Við einum slíkum koyristóli kunnu fleiri royna seg, og er vónin at onkur teirra hevur hug at halda fram við ítróttinum, segði Egga Jensen, formaður í Parasport Føroyum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo