Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Lisbeth Solmunde Michelsen er ferðaleiðari hjá Sunds Y’s Men’s Club, ein felagsskapur sprottin úr donsku fólkakirkjuni, hvørs endamál er at stuðla kristiligum barna- og ungdómsarbeiði og øðrum kirkjuligum og sosialum endamálum.

Ferðalagið hevur eina sera fjølbroytta skrá. Í dag hevur verið vitjað í Havn, m.a. á Ráðhúsinum og í Móttøkuhúsinum, har borgarstjórin var vertur og greiddi frá um stóra listasavnið hjá Tórshavnar kommunu. Eisini vitjaðu tey í Vágsbotni.

Vitjast skuldi eisini á Skansanum, í Norðurlandahúsinum, Heinesens húsi og í Mariukirkjuni. Í morgin gongur leiðin í Eysturoynna, hósdagin undir Vestmannabjørgini og fríggjadagin m.a. til Kirkjubøar.

Lisbeth Solmunde Michelsen hevur verið prestur í Danmark í mong ár. Hon er kend sum fyrilestrarhaldari og eitt nú fyri at hjálpa Magrethu drottning at týða hennara røður til føroyskt.

Hon er eisini kend í Danmark fyri at møta til fermingar í føroyskum klæðum og at syngja føroyskar sangir fyri konfirmantunum.

Um munin millum føroyingar og danir skrivar Kristeligt Dagblad, at “Hun har i et interview udtrykt det sådan, at færinger er i naturens vold og derfor meget inderligt religiøse, mens danskeres langt mere sekulære religiøsitet ligner deres forhold til veje: Hvis de er snoede, så retter man dem ud.”

Undirhaldandi og skemtiligur ferðaleiðari, halda tey donsku vitjandi. Hon er ferðaleiðari saman við manninum Carsten, sum er fyrrverandi dómari í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo