Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag, 31. mai, hevur lisitatión verið uppá arbeiðið at útbyggja parkeringsøkið hjá Vága Floghavn og bygging av lonum til ferðafólk á sjálvum parkeringsøkinum.

Ætlanin er, at parkeringsøkið verður víðkað frá teimum 330 parkeringsplássunum, sum eru í dag, til umleið 830 parkeringspláss. Harumframt koma parkeringspláss til starvsfólk og annað. Samlaða arbeiðsøki er 38.760kvm. 

Spf. Ráð hevur staðið fyri heildarráðgevingini, og Zeta Arkitektar hava sniðgivið øki og Spf. Viggo A. Hansen hevur ráðgivið í samband el og ljós. Metingin uppá arbeiðið var 42,9MDKK

Fýra virkir vóru boðin at lata inn tilboð uppá arbeiði, og inn komu trý tilboð um arbeiðstøku. Inn komu hesi tilboðini: J&K Petersen 40,5MDKK og Articon 42,5MDKK og TG Verk 44,7MDKK

Vága Floghavn fer nú saman við ráðgevunum at gjøgnumganga tilboðini, og hyggja nærri uppá møguligu fyrivarnini, sum liggja til grund fyri tilboðunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo