Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá SEV í grein á VP sigur at pumpuskipanin í Vestmanna gjørdist dýrari orsaka av lisitatiónslógini, vil Føroya Handverksmeistarafelag gera vart við, at tað er ein undanførsla

Hinvegin er føroyskt mál í lisitatiónslógini viðvirkandi til at menna og varðveita vinnuligar førleikar bæði hjá ráðgevara- og byggivinnu og ikki minst byggiharrum.

Føroya Handverksmeistarafelag vil staðiliga undirstrika, at lisitatiónslógin er við til at styrkja fakligar førleikar í Føroyum. Lógin er eitt týðandi amboð til at tryggja, at arbeiðið verður útint á einum høgum fakligum støði, og at føroyskir arbeiðsgevarar og starvsfólk fáa møguleikan at virka og menna seg á einum kappingarførum marknaði. Vit trúgva, at ásetingarnar í lisitatiónslógini er ein grundarsteinur undir eini burðardyggari menning av okkara samfelag.

SEV hevur í tíðindaskrivinum víst á avbjóðingar við lisitatiónslogini í sambandi við útbjóðingina av pumpuskipanini í Vestmanna. Í hesum sambandi vilja vit vísa á, at SEV sum byggiharri hevur ein týdningarmiklan leiklut í menning av føroyska samfelagnum. Hetta er ikki einans ein spurningur um at fylgja lógini, men eisini um at taka eina samfelagsliga ábyrgd, ið skal tryggja, at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður styrktur og mentur.

Føroya Handverksmeistarafelag vil vísa á, at tað er ikki nakað galið við lisitatiónslógini. Heldur eigur byggiharrin at hyggja inneftir og seta størri krøv til sín sjálvs sum útbjóðari.

Føroya Handverksmeistarafelag
Nevndin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo