Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Lions Club Tórshavn hevur avgjørt, at ágóðin frá listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku í ár fer óskerdur til verkætlanina “Føroyskur Talukennari”.

Tað er grunnurin “Føroysk Teldutala” sum er farin undir at menna ein føroyskan talukennara, ið skilir føroyskt og har talan fæst á skrift. Talukennarin skal kunna brúkast á teldu, telefon og yvirhøvur sum eitt amboð, har samskift verður. Við teldutaluni, sum lesur upp allan skrivaðan tekst, og síðani við talukennaranum, kunnu blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvboðin og nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív.

Listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku verður í døgunum mánadagin 27. til hósdagin 30. juli 2020.

Enn er møguligt hjá listafólkum at melda seg til Ólavsøkuframsýningina.

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú fara inn á
www.facebook.com/lionstorshavn og lesa meira um, hvussu tú tilmeldar teg til árligu framsýningina.

Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 22. juli 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo