At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Aftur í ár verður fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina. Fernisering verður langafríggjadag kl. 14:00 og framsýningin er opin fram til og við 2.páskadag.

Tey, ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hevur sínar røtur ella sín bústað í Eysturkommunu. Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat. Í ár verður tað Meinhard Jensen, sum setur framsýningina, og Kári Sverrisson spælir gittar og syngur nøkur løg.

Listafólkini hesaferð eru:
1.    Tummas Jákup Thomsen.
2.    Lise-Lotte Bangsgaard Vindelbo
3.    Dagmar L. Mouritsen
4.    Jens Klæmint Jacobsen
5.    Eik Klæmintsdóttir
6.    Joy Ann Simonsen
7.    Erla Jarnskor Ellingsgaard

Tey flestu hava sýnt fram áður, og framsýningin spennir frá keiputekningum um náttúrumyndir og stilleben heilt til sci-fi list. Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin!
    
Framsýningin er opin hesar dagarnar um páskirnar
19/4 - langi fríggjadagur 14:00 -18:00 fernisering
20/4 - leygardagur 14:00 -18:00
21/4 – páskadagur 14:00 -18:00
22/4 - 2. páskadagur 14:00 -18:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo